BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Sosial netverk

Talið av børnum og ungum, sum nýta sosial netverk á internetinum er vaksandi, og ein kanning frá 2010 vísti, at heili 90% av næmingunum hava eina vangamynd á netinum. Tær best umtóktu síðurnar vóru sambært kanningini Facebook, MSN, Arto og GoSupermodel. Ein síða sum síðani er vorðin rættiliga væl umtókt, serliga hjá ungun gentum, er Moviestarplanet. Dátueftirlitið fær javnan fyrispurningar frá bæði teimum ungu sjálvum og foreldrum, sum kæra sína neyð, tí tey verða útstillað, útspilt, happað o.s.v. á hesum sosialu netverkunum.

Í Føroyum hava vit havt dømi um, at børn heilt niður í 9 ár eru avmyndaði undir brúsuni ella á vesinum í skúlanum, og síðani eru myndirnar antin sendar víðari sum MMS ella lagdar á internetið. Dømi hava eisini verið um slatrisíður, har fólk verða nevnd við navni. Á síðuni varð upplýst hvør hevði verið avdottin í náttarlívinum, hvør hevði verið saman við hvørjum o.s.fr. Síðan varð strikað, eftir at Dátueftirlitið varð gjørt vart við síðuna.

Dátueftirlitið hevur eisini havt dømi um, at lærarar hava vent sær til okkara, tí næmingar hava gjørt ljóðupptøku av læraranum undir undirvísingini, og tað er ikki loyvt uttan at lærarin er greiður yvir upptøkuna og hevur givið samtykki.

Kanningar
Ein kanning sum Dátueftirlitið gjørdi í 2010 av fólkaskúlanæmingum vísir, at talið av børnum og ungum, sum nýta sosial netverk á internetinum er vaksandi. Sambært kanningini eru 78% av næmingunum á internetinum hvønn dag ella næstan hvønn dag, og hyggja vit eftir tølunum fyri næmingar í 3. flokki, so eru 55% av næmingunum á netinum hvønn dag ella næstan hvønn dag.

Kanningin vísir, at heili 90% av næmingunum hava eina vangamynd á internetinum, og hyggja vit bert eftir 3. flokki er hetta talið 72%. Tað at talið av næmingum í fólkaskúlanum, sum hava eina vangamynd á netinum ger, at tað hevur stóran týdning, at børn og ung verða kunnað um, hvørjar skrivaðar og óskrivaðar reglur eru galdandi fyri sosiala lívið á netinum. Hetta setur krøv til bæði skúlar og foreldur, bæði at læra tey ungu, hvussu stóran týdning tað hevur at verja sínar upplýsingar á netinum, og hvørjar reglur eru galdandi fyri, hvussu tey kunnu handfara upplýsingar og myndir um onnur.

Kanningin vísir, at umleið fjórði hvør næmingur í 3. og 4. flokki, hevði vent sær til foreldur ella lærara, um tey høvdu fingið eitt sms ella eina viðmerking á teirra profili, sum gjørdi tey kedd ella súr.

Hetta setur krøv til, at bæði foreldur og lærarar eru ílatin til uppgávuna og vita, hvussu tey skulu hjálpa børnunum at verja seg og síni rættindi. Samstundis átti kt-trygd og persónsvernd eftir mínum tykki at verið ein partur av undirvísingini í fólkaskúlanum. Kanningin kann lesast her.
 

AnniJanni