BOKS 1 BOKS 2 Boks vakmyndatol
 
Soleiðis strikar tú falskar vangamyndir av heimasíðuni

Støðugt fleiri verða varug við, at onnur leggja vangamyndir í teirra navni á Facebook. Soleiðis kanst tú strika falskar vangamyndir :

Norskir miðlar hava seinastu tíðina gjørt nógv burturúr, at nøvn verða misnýtt á Facebook. Fleiri kend fólk hava verið úti fyri, at vangamyndir í teirra navni hava sett seg í samband við kend og ókend gjøgnum internetið. Tey hava sjálvi ikki vitað um hetta virksemi, fyrrenn onnur hava gjørt tey varug við tað. Norska dátueftirlitið hevur somuleiðis fingið fleiri áheitanir frá fólki, sum hava trupulleikar við tí sama. Men uppskriftin upp á at fáa strikað eina falska vangamynd av netinum er tíbetur einføld.

Her eru tveir møguleikar:
  1. Ein møguleiki er at fara beinleiðis inn á Facebook (krevur ikki at vera loggað á): http://www.facebook.com/help/contact.php?show_form=report_fake_profile.
    Her skalt tú kopiera netbústaðin á tí vangamyndini, sum tú vilt hava strikaða, umframt aðrar upplýsingar, sum tú hevur um ta vangamyndina. Legg eisini við tín teldupostbústað, soleiðis at Facebook møguliga kann seta seg beinleiðis í samband við teg fyri at kunna staðfesta at, nevnda vangamynd er følsk.
     
  2. Á øllum vangamyndum, sum tú ikki hevur lagt sum ”vinur” er ein leinki í vinstru síðu undir myndini, sum eitur ”Report/block this person”. Tá tú klikkjur á hesa, kanst tú boða frá, at hetta er myndin, sum talan er um. Facebook mælir sjálv til hesa mannagongd, men tíverri hevur mannagongdin víst seg at hava ein trupulleika, sum vísir seg við, at tú fær ”feilmelding”, tá tú roynir at senda inn fráboðan á henda hátt. Norska dátueftirlitið hevur sent boðini víðari til Facebook viðvíkjandi trupulleikanum, og hava tey lovað at kanna málið.

Revsivert
At stovna eina falska vangamynd í øðrum navni kann ofta verða mett sum ein beistagerð, men tílík misnýtsla kann í ringasta føri verða revsiverd.

Fólk hava álit á Facebook, júst tí at tey rokna við, at tú ert tann, tú sigur teg vera. At innheinta upplýsingar um onnur undir følskum samleika og misnýta hesar upplýsingar er ólógligt.

Dátueftirlitið í Noregi hevur stovnað tænastuna ”Slettmeg.no”. Endamálið við tænastuni er at geva fólki ráð og vegleiðing, tá ið tey kenna seg eyðmýkt á netinum. "Vit bjóða hesa vegleiðing og tekniska hjálp til at koma í samband við ymiskar nettænastur. Vit hava m.a. setta á stovn beinleiðis samband við Facebook" .

Slíkt samband halda vit fer at verða til nyttu bæði fyri brúkaran og neteigaran, greiðir norska Dátueftirlitið frá. "Hvørgin parturin kann hava gleði av, at nettænastan er full av følskum vangamyndum".

Kelda : Norska Datatilsynet
Soleiðis strikar tú falskar vangamyndir á Facebook 

AnniJanni