Dátueftirlitið

Viðgerð á internetinum

Vit liva í eini broytingartíð har alt fleiri skipanir verða talgildar, og nógvar KT-loysnir kunnu eisini brúkast á internetinum. Um hesar KT-loysnir viðgera persónupplýsingar, er dátuverndarlógin galdandi.

Velur ein fyritøka ella stovnur eina KT-loysn, ið kann brúkast á internetinum, og persónupplýsingar verða viðgjørdar, setir hetta krøv til trygd. Dátuábyrgdarin skal altíð tryggja, at viðgerðin av persónupplýsingum er í samsvari við reglurnar, sum dátuverndarlógin setur til atkomu, trúnað og integritet.

Les meira um viðgerðartrygd her.

Um ein fyritøka ella stovnur velur at brúka online-loysnir, undir hesum cloud-loysnir, eigur fyritøkan ella stovnurin at kanna gjølla, hvar persónupplýsingarnar verða goymdar. Um upplýsingarnar verða goymdar í einum sokallaðum ótryggum triðjalandi, ávirkar hetta trygdina.

Les meira um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum her.