Dátueftirlitið
23-07-2021

14 eftirlit við støði í ásetingunum um trygdarbrot

Nýggja dátuverndarlógin kom í gildi 1. januar 2021. Ein týðandi broyting við lógini eru ásetingarnar um trygdarbrot í §§ 47 og 48.

Dátueftirlitið sendi í apríl mánað spurnarskjal um trygdarbrot til BankNordik, Trygd, NordikLív, Betri Banka, Betri Trygging, Betri Pensjón, Suðuroyar Sparikassa, Norðoya Sparikassa, Lív, Thetis, Taks, Almannaverkið, Familjufyrisitingina og Landssjúkrahúsið.

Spurningarnir tóku støði í ásetingunum um trygdarbrot. Spurt bleiv millum annað, um mannagongdir eru fyri handfaring av trygdarbrotum, og um starvsfólkini eru kunnaði um trygdarbrot.

Í útgangsstøðinum skulu øll trygdarbrot fráboðast Dátueftirlitinum. Hetta er tó ikki galdandi, um tað er ósannlíkt, at brotið hevur við sær ein váða fyri rættindi hjá skrásetta. Um trygdarbrotið hevur við sær stóran váða fyri rættindi hjá skrásetta, skal skrásetti eisini hava boð. Dátuábyrgdarin hevur harafturat skyldu til at skjalfesta øll trygdarbrot. Tað hevur ongan týdning fyri kravið um skjalfesting, hvat fyri slag av trygdarbroti talan er um, og um trygdarbrotið er fráboðað til Dátueftirlitið ella ikki.

Fyri at dátuábyrgdarin kann halda sínar skyldur í dátuverndarlógini, er tað týdningarmikið, at starvsfólkini verða kunnaði um, hvat eitt trygdarbrot er, og hvørjar skyldur dátuábyrgdarin hevur. Starvsfólkini kunnu t.d. verða kunnaði við innanhýsis mannagongdum, innanhýsis kunningarskrivum, skeiðum, royndum, awareness tiltøkum, tilgjørdum trygdarbrotum o.s.fr.

Sum heild er Dátueftirlitið av teirri fatan, at svarini vístu, at fyritøkurnar og stovnarnir taka fyribyrging og handfaring av trygdarbrotum í størsta álvara.

BankNordik, Trygd, NordikLív, Betri Banki, Betri Trygging, Betri Pensjón, Suðuroyar Sparikassi,  Lív, Thetis, Taks, Almannaverkið og Familjufyrisitingin svaraðu, at tey hava mannagongdir fyri handfaring av trygdarbrotum, og at starvsfólkini eru kunnaði um trygdarbrot. Dátueftirlitið metti, at svarini vóru nøktandi og hevur boðað viðkomandi fyritøkum og stovnum frá, at Dátueftirlitið ikki ger meira í málinum.

Dátueftirlitið valdi at seta Norðoya Sparikassa og Landssjúkrahúsinum fleiri spurningar, um hvørjar mannagongdir tey hava. Bæði málini eru enn undir viðgerð hjá Dátueftirlitinum.

Spurnarskjalið, sum Dátueftirlitið brúkti, er her.

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at dátuverndarlógin, t.e løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, verður hildin, og Dátueftirlitið skal sbrt. § 68 gera kanningar og fylgja gongdini, har viðgerð av persónupplýsingum fer fram.