Dátueftirlitið
20-08-2021

Almannakunngerð á internetinum krevur greiða heimild

Dátueftirlitið hevur viðgjørt eitt mál um eina fyritøku, sum hevði almannakunngjørt viðkvæmar persónupplýsingar um ein kunda á internetinum.

Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum var, at almannakunngerð av viðkvomum persónupplýsingum á internetinum krevur serliga greiða heimild.

Í málinum vísti fyritøkan m.a. á, at tað er lógarkrav, at møguligir keyparar eru kunnaðir um viðurskifti av týdningi , og at hetta var orsøkin til, at persónupplýsingarnar vóru tøkar á internetinum. Fyritøkan vísti á, at heimildin fyri viðgerðini og almannakunngerðini tí var í lóg, sbr. § 12, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Dátueftirlitið metti, at tað var í ósamsvari við dátuverndarlógina, at fyritøkan hevði almannakunngjørt viðkvæmar persónupplýsingar á internetinum.

Dátueftirlitið vísti í tí sambandi á, at hóast tað er heimilað í lóg at viðgera, undir hesum víðarigeva, viðkvæmar persónupplýsingar í sambandi við sølu, so er tað ikki heimilað, at almannakunngera hesar persónupplýsingar vísandi til somu heimild.

Dátueftirlitið vísti eisini á, at umframt viðgerðarheimild, sbrt. § 12 í dátuverndarlógini, skulu meginreglurnar í § 7 í dátuverndarlógini altíð fylgjast, tá persónupplýsingar verða viðgjørdar, undir hesum almannakunngjørdar. Dátueftirlitið metti, at tað ikki var í samsvari við meginreglurnar í § 7 at almannakunngera viðkvæmar persónupplýsingar um kundan. Hetta hevur m.a. við sær, at tað ikki ber til at grunda almannakunngerðingina á annað viðgerðargrundarlag, t.d. nágreiniligt samtykki.

Dátueftirlitið vísti at enda eisini á, at avgerðin ikki hevði við sær, at viðkvomu persónupplýsingarnar skuldu haldast aftur frá møguligum keyparum. Viðkvomu persónupplýsingarnar vóru av avgerandi týdningi fyri møguligan keypara, og kundu tí gevast víðari grundað á heimildina í lóg, sbrt. § 12, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Avgerðin staðfesti tó, at tað at almannakunngera viðkvæmar upplýsingar á internetinum, var ov víttgangandi og m.a. í ósamsvari við meginregluna um proportionalitet.