Dátueftirlitið
07-07-2021

Almannakunngerð av p-tølum á tinglysing.fo

Dátueftirlitið fekk 22. juni 2021 eina fráboðan um trygdarbrot frá Umhvørvisstovuni í samband við, at p-tøl vóru í skjølum, sum eru almannakunngjørd á talgildu tinglýsingini, tinglysing.fo.

Dátueftirlitið hevur viðgjørt fráboðanina og hevur sent Umhvørvisstovuni avgerð í málinum.

Niðurstøðan hjá Dátueftirlitinum er m.a., at hóast tað er staðfest, at p-tøl eru almannakunngjørd á  tinglysing.fo, hevur Umhvørvisstovan grundað á eina ítøkiliga meting við støði í verandi tøkniliga støði, verksetanarkostnaði og slagi av viðgerð, vavi, samanhangi og endamáli, umframt sannlíku váðunum fyri tey skrásettu, sett í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk til tess at tryggja, at p-tøl ikki vóru í tinglýstu skjølunum, sum nú eru almenn á tinglysing.fo.

Dátueftirlitið metir eisini, at tey tiltøk, sum Umhvørvisstovan hevur sett í verk til tess at tryggja, at p-tøl sum eru almannakunngjørd, skjótt og lætt kunnu takast niður, eru nøktandi.

Dátueftirlitið hevur givið Umhvørvisstovuni kravboð um at kunna tey skrásettu, sum ikki sjálvi hava fráboðað, at teirra p-tal er vorðið alment. Dátueftirlitið hevur harumframt heitt á Umhvørvisstovuna um at kunna alment á heimasíðuni um trygdarbrotið og møguligar váðar fyri skrásett í hesum sambandi.

Les avgerðina hjá Dátueftirlitinum her.