Dátuverndarkunning eigur at vera á føroyskum
Á dáturáðsfundi tann 1. november viðgjørdi Dáturáðið eitt eftirlit við einum dátuábyrgdara. Sum liður í eftirlitinum hevði Dátueftirlitið fingið viðkomandi mannagongdir og kunning frá dátaábyrgdara. Stórur partur av tilfarinum var á enskum, hóast málbólkurin var føroyingar.
Dáturáðið kom til ta niðurstøðu, at viðkomandi dátuábyrgdari skal veita føroysku starvsfólkum sínum skrivliga kunning á føroyskum.
Sambært § 21 skal dátuábyrgdarin tryggja, at allar upplýsingar um viðgerð av persónupplýsingum, sum verða latnar skrásetta eftir løgtingslógini, verða latnar á ein stuttorðaðan, gjøgnumskygdan, lætt skilligan og lætt atkomiligan hátt.
Dáturáðið staðfesti, at orðingin í § 21, stk. 1 skal tulkast soleiðis, at “...gjøgnumskygdan, lætt skilligan og lætt atkomiligan hátt” merkir, at kunningin, sum meginregla skal vera á føroyskum.
Dátueftirlitið fer framyvir at átala kunning, ið ikki er á føroyskum, og geva kravboð um at broyta kunning á øðrum máli til føroyskt. Dátueftirlitið kann í serstøkum førum loyva, at kunningin verður givin á øðrum máli enn føroyskum.