Dátueftirlitið
21-09-2021

Eftirlit við handfaring av trygdarbrotum hjá Landssjúkrahúsinum

Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við, um handfaringin hjá Landssjúkrahúsinum av brotum á persóndátutrygdina - sokallað trygdarbrot - er í samsvari við dátuverndarlógina.

Sambært dátuverndarlógini er eitt trygdarbrot eitt brot á trygdina, sum førir við sær, at persónupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari ella at atgongd verður givin til persónupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.

Í útgangsstøðinum skulu øll trygdarbrot fráboðast Dátueftirlitinum. Hetta er tó ikki galdandi, um tað er ósannlíkt, at brotið hevur við sær ein váða fyri rættindi hjá skrásetta.

Um trygdarbrotið hevur við sær stóran váða fyri rættindi hjá skrásetta, skal skrásetti eisini hava boð.

Dátuábyrgdarin hevur harafturat skyldu til at skjalfesta øll trygdarbrot. Tað hevur ongan týdning fyri kravið um skjalfesting, hvat fyri slag av trygdarbroti talan er um, og um tað skal fráboðast Dátueftirlitinum.

Fyri at dátuábyrgdarin kann halda sínar skyldur í dátuverndarlógini, er tað týdningarmikið, at starvsfólk verða kunnað um, hvat eitt trygdarbrot er, og hvørjar skyldur dátuábyrgdarin hevur. Starvsfólk kunnu t.d. verða kunnaði við innanhýsis mannagongdum, innanhýsis kunningarskrivum, skeiðum, royndum, awareness tiltøkum, tilgjørdum trygdarbrotum o.s.fr.

Í eftirlitinum av Landssjúkrahúsinum kom fram, at mannagongdirnar hjá Landssjúkrahúsinum ikki innihildu nakra lýsing av, hvussu trygdarbrot skulu handfarast í mun til dátuverndarlógina.

Dátueftirlitið gav tí Landssjúkrahúsinum kravboð um at gera skjalfestar mannagongdir fyri handfaring av trygdarbrotum.

Mannagongdirnar skulu í minsta lagi innihalda eina lýsing av, hvat eitt trygdarbrot er, hvussu trygdarbrot verða handfarin á Landssjúkrahúsinum, at tiltøk beinanvegin eiga at verða sett í verk fyri at minka um avleiðingina av trygdarbrotinum, hvussu neyðugar upplýsingar verða savnaðar saman, nær Dátueftirlitið skal fráboðast, hvussu Dátueftirlitið skal fráboðast og nær skrásetti skal kunnast um trygdarbrotið. Tað skal eisini verða ásett í mannagongdunum, at Landssjúkrahúsið hevur skyldu til at skjalfesta øll trygdarbrot.

Harafturat gav Dátueftirlitið Landssjúkrahúsinum kravboð um at gera skrivligt tilfar til starvsfólkini, har tey verða kunnað um, hvussu trygdarbrot skulu handfarast.

Tað skrivliga tilfarið skal í minsta lagi innihalda eina lýsing av, hvat eitt trygdarbrot sambært dátuverndarlógini er, hvat starvsfólkini skulu gera, um eitt trygdarbrot verður staðfest, hvørji tiltøk starvsfólkini eiga at seta í verk fyri at minka um avleiðingina av trygdarbrotinum, hvønn tey skulu seta seg í samband við, tá eitt trygdarbrot verður staðfest, og at Landssjúkrahúsið hevur skyldu til at skjalfesta øll trygdarbrot.