Dátueftirlitið
31-10-2022

Kommuna fingið átalu og kravboð

Fleiri fyritøkur og stovnar hava GPS-skipan í teirra akførum. Ein GPS-skipan kann millum annað skráseta leið og ferð á akfari. Tá tað ber til at knýta skrásetingina til bilføraran, er skrásetingin at meta sum persónupplýsing.
 
Sambært dátuverndarlógini skal dátuábyrgdari seta í verk hóskandi tiltøk fyri at tryggja, at viðgerð er í samsvar við lógina. Dátueftirlitið ger javnan eftirlit, og í hesum føri er talan um eftirlit av GPS-skipanum í akførum hjá einari kommunu.

Kommunan fekk átalu fyri ikki at vera vitandi um, at talan er um dátuviðgerð og fyri ikki at hava dátuviðgerðaravtalu við veitararnar av GPS-skipanunum. Dátueftirlitið metti, at í fleiri førum var neyðugt við broytingum, og gav kommununi kravboð um at gera nøktandi mannagongdir fyri umsiting av GPS-skipanunum, og at geva starvsfólkunum skrivliga kunning um viðgerðina av persónupplýsingum, sum fer fram í GPS-skipanunum.