Dátueftirlitið
12-02-2021

Krav um mannagongdir fyri handfaring av persónupplýsingum í lásaskipan

Dátueftirlitið hevur givið kommunu kravboð um at tryggja, at kommunan hevur mannagongdir fyri handfaring av persónupplýsingum í lásaskipan, undir hesum reglur um atgongd til og striking av loggum. Kravboðið er givið sambært § 70, stk. 3 í dátuverndarlógini.


Lásaskipanin í málinum skrásetur m.a., hvat starvsfólk hevur latið eina hurð upp. Hetta hevur við sær, at persónupplýsingar verða viðgjørdar í skipanini. Henda viðgerðin skal vera í samsvari við reglurnar um viðgerð av persónupplýsingum.


Grundað á upplýsingarnar í málinum metti Dátueftirlitið, at tað er sannlíkt, at eitt trygdarbrot var farið fram, tá upplýsingar úr logginum til lásaskipanina óheimilað vóru givnar víðari til triðjapersón.


Kommunan hevði ikki mannagongdir fyri handfaring av persónupplýsingum í lásaskipanini.


Dátueftirlitið gav kommununi kravboð um at tryggja, at mannagongdir fyri handfaring av persónupplýsingum í lásaskipanini, undir hesum upplýsingunum í logginum, eru gjørdar og settar í verk í seinasta lagi 15. mars 2021.


Kommunan fekk eisini boð um í seinasta lagi 15. mars 2021 at kunna tey, sum hava atgongd til skipanina um, nær loggurin kann kannast og undir hvørjum treytum. Kommunan fekk eisini boð um at tryggja, at upplýsingar úr skipanini hvørki munnliga ella skrivliga verða givnar víðari til óviðkomandi.