Dátueftirlitið
18-02-2021

Nýggj siðvenja í mun til almannakunngering og deiling av myndum

Á fundi 11. februar 2021 umrøddi Dáturáðið siðvenjuna hjá Dátueftirlitinum í mun til almannakunngering og deiling av myndum.


Siðvenjan hjá Dátueftirlitinum hevur verið, at munur verður gjørdur á andlitsmyndum og støðumyndum.


Ein andlitsmynd er ein mynd av einum ella fleiri persónum, har tað er andlitið, sum skal vísast.

Ein støðumynd er ein mynd, sum hevur til endamáls at avmynda og lýsa eina støðu. Akkurát hvør tað er, sum er á myndini, hevur minni týdning enn høvuðsinnihaldið í myndini. Dømi um hetta kann vera fleiri fólk, sum eru avmyndað til eina konsert, til eitt ítróttartiltak, í einum skúlagarði, í einum
grindadrápi ella til aðrar hendingar, sum hava almennan áhuga.


Siðvenjan hevur verið, at andlitsmyndir bara kunnu almannakunngerast, um samtykki verður fingið frá viðkomandi, ímeðan støðumyndir kunnu almannakunngerast, sjálvt um samtykki ikki er fingið frá viðkomandi á myndini.


Í dag verða myndir, sum tað er møguligt at eyðmerkja fólk á, í nógv størri mun deildar á internetinum og á sosialum miðlum, enn tá siðvenjan hjá Dátueftirlitinum bleiv løgd. Kvaliteturin á myndunum er eisini blivin nógv betri, og hetta ger tað lætt at eyðmerkja fólk. Hetta ger, at tað í praksis kann verða trupult at gera mun á, um talan er um eina støðumynd ella eina andlitsmynd.


Eftir at málið hevur verið umrøtt í Dáturáðnum, hevur Dátueftirlitið gjørt av at broyta siðvenjuna. Dátueftirlitið fer framyvir ikki longur at gera mun á støðumyndum og andlitsmyndum. Ístaðin skal ein heildarmeting gerast av myndini og endamálinum við at deila myndina. Metast skal í hvørjum
einstøkum føri, um myndin kann almannakunngerast ella deilast uttan samtykki.


Hetta merkir, at myndir í útgangsstøðinum kunnu almannakunngerast uttan samtykki frá teimum avmyndaðu um myndin er meinaleys og ikki er niðrandi fyri tey avmyndaðu. Hinvegin merkir hetta í útgangsstøðinum, at fólk skulu samtykkja til almannakunngerð av myndum, sum eru tiknar t.d. í læknahølum, bankum ella á barrum.

Um tað er møguligt at eyðmerkja persónar á eini mynd, sum skal almannakunngerast, er tað skyldan hjá dátuábyrgdaranum at meta, eftir hvørjum heimildargrundarlagi hetta kann fara fram.


Viðmerkjast skal, at hóast ein mynd kann almannakunngerast uttan samtykki frá persóninum, sum er avmyndaður, eigur tann, sum tekur myndina í útgangsstøðinum at kunna um, at mynd verður tikin, so at viðkomandi hevur møguleika at bera seg undan.