Dátueftirlitið
15-12-2022

Óviðkomandi fingið atgongd til viðkvæmar upplýsingar

Dátueftirlitið hevur fingið fráboðan um trygdarbrot, í samband við innbrot á stovni, sum viðger nógvar viðkvæmar persónupplýsingar. Viðkvæmar persónupplýsingar er ein bólkur av persónupplýsingum, sum er serliga væl vardur eftir lógini. Lutfalsliga strangari trygdarfyriskipanir skulu forða fyri, at óviðkomandi fáa kunnleika til tær.

Stovnurin selur vørur, sum hava navnaseðil við viðkvæmum persónupplýsingum. Í samband við innbrotið vórðu vørur við viðkvæmum upplýsingum tiknar. Talan var um vørur, ið vóru settar til síðis, tí tær skuldu burturbeinast. Stovnurin hevði ikki yvirlit yvir vørurnar, ið skuldu burturbeinast, og visti tí ikki, hvat var tikið. Tískil visti stovnurin heldur ikki, hvør átti stolnu persónupplýsingarnar og kundi ikki boða eigarunum frá um trygdarbrotið. Í hesum førinum hevði tað stóran týdning at boða eigarunum frá, tí brotið kundi hava álvarsamar persónligar avleiðingar fyri tey, ið áttu upplýsingarnar.

Dátueftirlitið metir, at tað als er ikki nøktandi, at stovnurin ikki við vissu kundi siga, hvørjar vørur vóru stolnar, og tískil heldur ikki kundi seta seg í samband við tey, ið vóru rakt. Dátueftirlitið hevur tískil givið stovninum eina álvarsliga átalu, og kravboð um seta í verk nøktandi mannagongdir fyri at tryggja, at slíkt trygdarbrot ikki kann koma fyri aftur.