Dátuverndarkunning

Sum dátuábyrgdari er tað skyldan hjá Dátueftirlitinum at tryggja, at viðgerðin er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.

 

Nær viðger Dátueftirlitið persónupplýsingar

Dátueftirlitið viðger persónupplýsingar í sambandi við virksemi stovnsins, undir hesum serliga ítøkiliga málsviðgerð í sambandi við t.d. eftirlitsmál og klagur.

Viðgerðin av persónupplýsingum fevnir í høvuðsheitum um skráseting og goyming. Í flestu førum viðger Dátueftirlitið samskiftisupplýsingar so sum navn og teldupost. Í serstøkum føri viðger Dátueftirlitið viðkvæmar upplýsingar.

Dátueftirlitið savnar inn upplýsingar, tá ið:

  • tú hevur vent tær til Dátueftirlitið við eini klagu ella fyrispurningi persónliga ella umvegis telefon ella teldupost.
  • ein klaga, tipp ella líknandi, sum er latin Dátueftirlitinum, viðvíkur tær.
  • tú letur Dátueftirlitinum fráboðan.
  • Dátueftirlitið hevur heitt á eina fyritøku ella myndugleika um at lata eftirlitinum frágreiðingar ella onnur skjøl, og upplýsingar um teg eru í skjølunum.
  • tá ið upplýsingar um teg ella tær viðvíkjandi verða savnaðar inn í sambandi við eftirlit.
  • tú søkir starv á Dátueftirlitinum.

 

Endamálið við viðgerðini av persónupplýsingum

Dátueftirlitið skal ansa eftir, at viðgerð av persónupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina. Endamálið við viðgerðini er at hava eftirlit við allari viðgerð av persónupplýsingum, sum dátuverndarlógin fevnir um.

Dátueftirlitið hevur harumframt uppgávur sambært løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli og viðger persónupplýsingar í tann mun tað er neyðugt í umsitingini.

 

Heimild fyri viðgerðini

Dátueftirlitið viðger persónupplýsingar í sambandi við, at eftirlitið røkir tær uppgávur, sum eru álagdar stovninum í dátuverndarlógini og í vakmyndatólslógini.

Heimildin fyri viðgerðini av persónupplýsingum, sum fer fram, er § 8, stk. 1, nr. 3 og nr. 5 og § 12, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Dátueftirlitið viðger persónupplýsingar grundað á samtykki í sambandi við starvsumsóknir. Heimildin fyri viðgerðini er tá § 8, stk. 1, nr. 1 og § 12, stk. 1, nr. 1.

Sambært § 71, stk. 1 í dátuverndarlógini kann Dátueftirlitið krevja allar upplýsingar útflýggjaðar, sum eru av týdningi fyri virksemið hjá eftirlitinum. Um Dátueftirlitið krevur upplýsingar útflýggjaðar, hevur tann, sum Dátueftirlitið vendir sær til, skyldu at útflýggja upplýsingarnar.

 

Víðarigeving

Dátueftirlitið gevur í útgangsstøðinum ikki persónupplýsingar víðari, sum Dátueftirlitið hevur savnað í sambandi við ítøkiliga málsviðgerð.

Í ávísum førum er tað tó neyðugt fyri at halda skyldurnar í t.d. fyrisitingarlógini at senda persónupplýsingar til annan myndugleika ella triðjapersón. Tað eru tá bert neyðugar upplýsingar, sum verða givnar víðari.

Í útgangsstøðinum flytir Dátueftirlitið ikki persónupplýsingar um viðskiftafólk stovnsins til útlond ella triðjalond.

 

Striking

Dátueftirlitið hevur skyldu at ansa eftir, at persónupplýsingar verða goymdar soleiðis, at tað ikki er gjørligt at eyðmerkja skrásetta longur enn neyðugt við atliti at endamálinum við viðgerðini.

Sum almennur myndugleiki skjalførir Dátueftirlitið post, sum kemur inn og fer út. Í hesum sambandi fylgir Dátueftirlitið galdandi leiðreglum fyri, hvussu leingi upplýsingarnar skulu goymast.

Mál hjá Dátueftirlitinum verða flutt á goymslu til Tjóðskjalasavnið sambært løgtingslóg um skjalasøvn. Tá ið upplýsingarnar eru goymdar á Tjóðskjalasavninum ella vrakaðar, hevur Dátueftirlitið ikki longur atgongd til upplýsingarnar.

Starvsumsóknir verða burturbeindar eitt ár eftir, at Dátueftirlitið tók avgerð í málinum.

 

Rættindi hjá skrásetta

Dátuverndarlógin tryggjar skrásettum eina røð av rættindum. Hesi eru í kapittuli 4 í dátuverndarlógini.

Rættindini í dátuverndarlógini eru hesi:

  • Rætturin til kunning í §§ 23-25
  • Rætturin til innlit í § 26
  • Rætturin til rætting í § 27
  • Rætturin til striking í § 28
  • Rætturin til viðgerðaravmarking í § 29
  • Rætturin til dátuflutning í § 31
  • Rætturin til mótmæli í § 32-34
  • Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð

Rættindini eru ikki treytaleys og tað veldst um ítøkiliga málið og ítøkiligu umbønina, um hon kann gangast á møti.

Um tú vilt gera ein ella fleiri av rættinum galdandi, skalt tú venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.

 

Rætturin at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur. Tekur skrásetti samtykki aftur, skal viðgerð, sum er grundað á samtykki, steðga.

Um viðgerð av persónupplýsingum um teg í einum máli hjá Dátueftirlitinum er grundað á samtykki, kanst tú taka samtykki aftur við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.

 

Klaga til Dátueftirlitið

Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið um viðgerð av persónupplýsingum, sum viðvíkur honum.

Metir tú, at Dátueftirlitið ikki viðger tínar persónupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini, hevur tú rætt til at klaga til Dátueftirlitið hesum viðvíkjandi. Tú kanst klaga um viðgerð, sum viðvíkur tær, við at venda tær til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella á telefon 30 91 00. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00.

 

Samskiftisupplýsingar

Dátueftirlitið er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á stovninum.

Dátueftirlitið

Reyngøta 33

100 Tórshavn

Teldupostur: dat@dat.fo

telefon: 30 91 00

Skrivstovan er opin gerandisdagar millum 9.00 og 15.00

 

Dátuverndarfólk

Brian Sjúrðarson er dátuverndarfólk á Dátueftirlitinum.

Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum á Dátueftirlitinum, kanst tú venda tær til Brian á teldupostadressu dat@dat.fo. Heiti á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til  Dátueftirlitið, Reyngøta 33, 100 Tórshavn, att. dátuverndarfólk.