Eftirlit á arbeiðsplássinum
Arbeiðsamboð sum snildfonir, teldur, teldlar og GPS’ari gera tað møguligt hjá arbeiðsgevaranum at hava eftirlit við starvsfólki, bæði á arbeiðsplássinum og í heiminum. Eftirlit við starvsfólki hevur við sær, at persónupplýsingar um starvsfólk verða viðgjørdar. Tað merkir, at viðgerðin – t.e. eftirlitið – einans kann fara fram, um tað er eitt lógligt viðgerðargrundarlag, og um yvirskipaðu meginreglurnar um, at viðgerð skal verða saklig og proportional fylgjast.
Á hesi síðu ber til at lesa nærri um, í hvønn mun arbeiðsgevarin kann nýta GPS'ara, vakmyndatól og logging sum eftirlitsamboð.
Eisini ber til at lesa nærri um hesi viðurskifti í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum um dátuvernd í starvsviðurskiftum. Vegleiðingin er at finna her.
Kann arbeiðsgevarin seta GPS'ara í arbeiðsbilin hjá mær?
Tað kann vera eitt heimilað áhugamál hjá arbeiðsgevaranum at vita, hvar bilarnir hjá arbeiðsgevaranum, sum starvsfólk koyra, eru í arbeiðstíð. Hetta kann t.d. vera fyri at yvirvaka, at flutningur av persónum ella vørum gongur sum tað skal (logistisk endamál), eins og yvirvakingin kann vera eitt trygdartiltak fyri starvsfólk.
Viðgerðin skal tó vera í samsvari við meginreglurnar um t.d. sakligheit og proportionalitet.
Tað er harumframt ein fortreyt fyri at nýta GPS-yvirvaking, at tú – áðrenn yvirvakingin verður sett í verk – verður kunnað/ur um endamálið við yvirvakingini, hvussu umfatandi yvirvakingin er, og hvat upplýsingarnar skulu brúkast til.
Tá arbeiðsgevarin hevur GPS-yvirvaking á bilum, skal arbeiðsgevarin ansa serliga væl eftir, at innsavnaðu upplýsingarnar ikki verða viðgjørdar til onnur endamál, sum eru í ósamsvari við tað ella tey endamál, sum upplýsingarnar upprunaliga vóru savnaðar inn til. Hetta kann t.d. vera um upplýsingarnar verða nýttar til at hava eftirlit við, hvar tú ert ella hvønn atburð tú hevur.
Um tú kanst brúka bilin privat, skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at tað er møguligt hjá tær at sløkkja yvirvakingina, tá bilurin verður nýttur privat.
Tað er neyvan í samsvari við grundleggjandi meginreglurnar í dátuverndarlógini, serliga kravið um sakligheit og proportionalitet, at hava starvsfólk undir støðugum eftirliti við GPS'ara.
Kann arbeiðsgevari yvirvaka arbeiðsplássið við vakmyndatóli?
Ein arbeiðsgevari kann einans yvirvaka við vakmyndatóli á arbeiðsplássinum, um tað er ein saklig orsøk til tað, og um yvirvøkan ikki fevnir um meira enn neyðugt er.
“Arbeiðspláss” skal í hesum samanheingi skiljast breitt og fevnir um øll støð, har sum arbeiði verður gjørt fyri ein likamligan ella løgfrøðiligan persón. Øki, sum ikki vanliga verða nýtt, men har sum reingerðarfólk frá eini reingerðarfyritøku eru, er eisini fevnt av hugtakinum “arbeiðspláss”.
Um yvirvøka fer fram skalt tú kunnast um hetta, hvat endamálið við yvirvøkuni er, nær arbeiðsgevarin hyggur at upptøkunum, og nær upptøkur verða latnar politinum. Tú skalt eisini hava at vita, hvussu leingi upptøkurnar verða goymdar.
Kunningin skal í útgangsstøðinum verða givin frammanundan og nýggj starvsfólk skulu hava kunning um yvirvøku í sambandi við starvssetan, ella í seinasta lagi tá tey byrja at arbeiða í økjum, sum eru yvirvakað.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at skelta á arbeiðsplássinum, at yvirvøka við vakmyndatóli fer fram.
Tað er neyvan í samsvari við grundleggjandi meginreglurnar í dátuverndarlógini, serliga kravi um sakligheit og proportionalitet, at hava eitt starvsfólk undir støðugum eftirlitið við vakmyndatóli.
Kann arbeiðsgevarin logga mína atferð á internetinum?
Arbeiðsgevarin kann í ávísum førum skráseta (logga) heimasíðuvitjanir hjá tær og gjøgnumganga hesa skráseting í sambandi við mistanka um misnýtslu av internetinum. Tað sama ger seg galdandi fyri eftirlit við telduposti.
Tú skalt frammanundan – týðiliga og greitt – kunnast um, at skrásetingin (logging) fer fram, og at skráseting av heimasíðuvitjanum og nýtsla av telduposti kann verða nýtt í sambandi við eftirlit, tá ítøkiligur mistanki er um nýtslu av interneti og telduposti í stríð við leiðreglurnar á arbeiðsplássinum. Tað er sjálvsagt ein fortreyt, at arbeiðsplássið hevur greiðar innanhýsis leiðreglur viðvíkjandi nýtslu av interneti og telduposti.