Dátueftirlitið

Viðgerð av upplýsingum, meðan fólk er í starvi og eftir starvsenda

Á hesi síðu ber til at lesa nærri um nøkur av teimum førum, tá arbeiðsgevarin viðger upplýsingar um teg, ímeðan tú ert í starvi og eftir starvsenda.

Eisini ber til at lesa nærri um hesi viðurskifti í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum um dátuvernd í starvsviðurskiftum. Vegleiðingin er at finna her.

Hvørjar upplýsingar um meg kann arbeiðsgevarin leggja út á heimasíðuna?

Hvørjar upplýsingar um meg kann arbeiðsgevarin leggja út á heimasíðuna?

Arbeiðsgevarin kann í útgangsstøðinum almannakunngera upplýsingar um teg á síni heimasíðu. Upplýsingar, sum kunnu almannakunngerast, eru t.d. navn, starvsøki og samskiftisupplýsingar. Almannakunngerð av slíkum upplýsingum krevur í útgangsstøðinum ikki samtykki frá tær.

Um arbeiðsgevarin vil almannakunngera upplýsingar um privat telefonnummar ella teldupostadressu, bústað ella møgulig frítíðarítriv krevur hetta samtykki frá tær.

Kann arbeiðsgevarin leggja eina mynd av mær út á heimasíðuna?

Kann arbeiðsgevarin leggja eina mynd av mær út á heimasíðuna?

Myndir av starvsfólkum og myndir, sum eru tiknar á arbeiðsplássinum (t.d. meðan fólk arbeiða) kunnu ikki almannakunngerast uttan so, at tú hevur givið samtykki.

Tað sama er galdandi, um arbeiðsgevarin vil brúka myndir av tær í tilfari, sum skal brúkast til marknaðarføring.

Um tú gevur samtykki, men seinni tekur samtykkið aftur, hevur hetta við sær, at myndin skal takast av heimasíðuni. Um talan er um lýsingartilfar, sum er borið út, er ikki krav, at hetta tilfar skal kallast aftur.

Tað ber til at lesa meira um samtykki her.

Hvat kann arbeiðsgevarin upplýsa fyri øðrum um fráveru vegna sjúku?

Kann arbeiðsgevarin upplýsa onnur um fráveru vegna sjúku?

Upplýsingar um fráveru, tí at tú ert í feriu ella heldur ein frídag, er ein vanlig persónupplýsing. Arbeiðsgevarin kann tí upplýsa, at tú ikki ert til arbeiðis í dag vegna feriu.

Upplýsing um sjúkrafráveru kann vera ein heilsuupplýsing – og harvið ein viðkvom upplýsing – um upplýsingarnar eru so nágreiniligar og ítøkiligar, at tær siga nakað ávíst um heilsustøðuna hjá tær.

Um talan er um heilsuupplýsingar krevst í útgangsstøðinum nágreiniligt samtykki frá tær at víðarigeva upplýsingarnar. Arbeiðsgevarin skal tí í hesum føri einans upplýsa, at tú ikki ert til arbeiðis í dag. Móttakarin hevur ikki tørv á at vita, at tú ert sjúk/ur.

Hvat kann arbeiðsgevari upplýsa í sambandi við fráfaring/uppsøgn?

Hvat kann arbeiðsgevari upplýsa í sambandi við fráfaring/uppsøgn?

Fyri at forða fyri slatri og órógv annars á arbeiðsplássinum kann tað verða neyðugt, at ein arbeiðsgevari kunnar um, at tú ert farin úr starvi.

Arbeiðsgevarin kann í útgangsstøðinum ikki kunna innanhýsis um orsakirnar til eina fráfaring ella uppsøgn, um hesar eru grundaðar á viðurskifti hjá tær og ikki eru grundaðar á almennar skerjingar ella líknandi. Arbeiðsgevarin skal einans upplýsa, at tú ert farin úr starvi.

Kann arbeiðsgevarin nýta teldupostkassan hjá mær eftir starvsenda?

Kann arbeiðsgevarin nýta teldupostkassan hjá mær eftir starvsenda?

Tá tú fert úr starvi, og ikki longur hevur atgongd til teldupostkassan á arbeiðsplássinum, skal teldupostkassin gerast inaktivur so skjótt sum gjørligt. Hvussu long tíð kann ganga, veldst um starvið, hvørjar uppgávur tú røkti o.s.fr., men eigur í øllum førum ikki at vera longri enn 12 mánaðir. Tá tú fert frá, eigur eitt automatiskt svar at gera kunnugt, at tú ikki longur er í starvi.

Ein teldupostkassi hjá einum fyrrverandi starvsfólki eigur einans at verða nýttur at taka ímóti teldupostum. Um arbeiðsgevarin verður varugur við privatar teldupostar, kunnu hesir sendast víðari til tín, um arbeiðsgevarin hevur tína nýggju teldupostadressu.

Upplýsingar um beinleiðis teldupostadressu á heimasíðuni hjá arbeiðsgevaranum eiga at verða strikaðar skjótast gjørligt.

Kann arbeiðsgevarin goyma upplýsingar eftir starvsenda?

Kann arbeiðsgevarin goyma upplýsingar um meg eftir starvsenda?

Arbeiðsgevarin kann goyma upplýsingar um fyrrverandi starvsfólk, um treytirnar fyri viðgerð av persónupplýsingum og yvirskipaðu meginreglurnar verða fylgdar. Tað merkir, at persónupplýsingar kunnu einans goymast so leingi, sum arbeiðsgevarin hevur eitt sakligt endamál at goyma upplýsingarnar.

Atlitið til at skjalprógva gongdina í einum starvsfólkamáli er at meta sum eitt sakligt endamál og upplýsingar kunnu tí goymast. Tá arbeiðsgevarin ikki longur hevur eitt sakligt endamál, skulu upplýsingarnar strikast.

Tað kann eisini verða ásett í lóggávu ella siðvenju, at upplýsingar skulu goymast í eitt ávíst tíðarskeið.

Eisini kunnu fyrningarfreistir hava týdning fyri, hvussu leingi persónupplýsingar sakliga og proportionalt kunnu goymast.