Dátueftirlitið

Rættindi hjá starvsfólkum

Á hesari síðu ber til at lesa nærri um rættindi í dátuverndarlógini, sum eru viðkomandi fyri teg, tá tú starvast á einum arbeiðsplássi.

Tey týdningarmestu rættindi eru:

  • Rætturin til kunning
  • Rætturin til innlit
  • Rætturin til rætting
  • Rætturin til striking
  • Rætturin til mótmæli

Hesi fimm rættindi verða gjøgnumgingin niðanfyri.

Fyri øll rættindini er galdandi, at arbeiðsgevarin skal tryggja sær, at tú skilir, hvat gongur fyri seg. Arbeiðsgevarin skal tí lata tær upplýsingar á ein stuttorðaðan, gjøgnumskygdan, lætt skilligan og lætt atkomiligan hátt.

Í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum um dátuvernd í starvsviðurskiftum ber eisini til at lesa nærri um rættindi, sum eru viðkomandi fyri starvsfólk. Vegleiðingin er at finna her.

Kunning

Kunning

Tá upplýsingar um teg verða savnaðar skalt tú kunnast um hetta.

Hvørjar upplýsingar tú skalt hava, eru ymiskar alt eftir um persónupplýsingarnar verða savnaðar beinleiðis frá tær ella frá øðrum.

Arbeiðsgevarin skal millum annað kunna um, hvør dátuábyrgdarin er, samskiftisupplýsingar, endamál og grundarlag fyri viðgerð av persónupplýsingum, hvørjir móttakarar eru, hvussu leingi upplýsingarnar verða goymdar og rættindi.

Arbeiðsgevarin skal kunna vísa á, at tú hevur fingið tær upplýsingar, sum tú hevur rætt til at fáa.

Arbeiðsgevarin skal á ein virknan hátt geva tær upplýsingarnar. Tað er ikki nøktandi, at upplýsingarnar liggja á eini heimasíðu, intraneti ella líknandi, sum tú sjálv/ur skal finna fram til.

Tað eru ikki serlig formkrøv til, hvussu upplýsingarnar verða givnar. Tað er upp til arbeiðsgevaran at meta, hvat er skynsamasti háttur.

Tað ber til at lesa nærri um kunningarskylduna her.

Innlit

Innlit

Rætturin til innlit hevur við sær, at tú hevur rætt til at síggja tær persónupplýsingar, sum arbeiðsgevarin viðger um teg.

Rætturin til innlit skal tryggja tær størri gjøgnumskygni og geva tær møguleika at kanna, um upplýsingarnar eru rættar og annars verða viðgjørdar lógliga.

Arbeiðsgevarin skal geva tær atgongd til upplýsingarnar. Hvussu arbeiðsgevarin gevur tær atgongd, er til arbeiðsgevaran at meta um. Arbeiðsgevarin kann t.d. geva tær eitt (fysiskt) avrit av upplýsingunum í einum skjali fyri seg. Arbeiðsgevarin kann eisini loyva tær at síggja upplýsingarnar í KT-skipanini ella fysiska málinum.

Tað ber til at lesa nærri um rættin til innlit her.

Rætting

Rætting

Rætturin til rætting hevur við sær, at arbeiðsgevarin skal rætta upplýsingar um teg, sum eru skeivar um tú biður um tað.

Rætturin hevur harumframt við sær, at tú hevur rætt at krevja, at upplýsingar um teg, sum eru ófullfíggjaðar skulu fullfíggjast. Hetta merkir, at ein arbeiðsgevari ikki kann nokta at leggja eitt ískoyti á eitt starvsfólkamál, um hetta hevur við sær, at málið verður meira fullfíggjað og/ella dagført.

Uttan mun til um tú biður um, at upplýsingar verða rættaðar, ella krevur upplýsingar fullfíggjaðar, skal arbeiðsgevarin altíð av sær sjálvum rætta upplýsingar ella fullfíggja tær, um viðkomandi verður varugur við, at upplýsingar eru skeivar.

Fær arbeiðsgevarin eina umbøn um rætting, skal viðkomandi rætta upplýsingarnar uttan óneyðugt drál.

Les meira um rættin til rætting her.

Striking

Striking

Rætturin til striking hevur við sær, at tú í ávísum førum hevur rætt at krevja, at upplýsingar verða strikaðar.

Tú kanst krevja, at upplýsingar verða strikaðar uttan óneyðugt drál í hesum førum:

  • Tá tað ikki longur er neyðugt hjá arbeiðsgevaranum at hava persónupplýsingarnar um teg fyri at náa tey endamál, sum upplýsingarnar vóru savnaðar til
  • Arbeiðsgevarin hevur grundað sína viðgerð á samtykki, sum tú tekur aftur
  • Tá tú hevur mótmælt viðgerðini og treytirnar fyri mótmæli eru loknar
  • Arbeiðsgevarin viðger upplýsingarnar uttan heimild, t.e. ólógliga
  • Arbeiðsgevarin hevur eina rættarliga skyldu at strika persónupplýsingarnar

Um treytirnar fyri at strika upplýsingarnar eru loknar – t.d. tí tað ikki longur er neyðugt at viðgera upplýsingarnar – skal arbeiðsgevarin strika upplýsingarnar.

Tað eru tó undantøk frá rættinum til striking. Ein arbeiðsgevari hevur t.d. ikki skyldu at strika upplýsingar, um tað er neyðugt at varðveita upplýsingar á málinum fyri at kunna skjalprógva søguna í einum starvsfólkamáli (t.d. í sambandi við sjúku).

Fyri almennar myndugleikar eru harumframt vanligu fyrisitingarligu reglurnar um skyldu at skriva upp (notatpligt) og skyldu at skráseta (journaliseringspligt), sum hava við sær, at møguleikarnir at strika eru avmarkaðir. Eisini seta reglurnar í skjalasavnslóggávuni avmarkingar í, nær almennir myndugleikar kunnu strika upplýsingar.

Tað ber til at lesa meira um rættin til striking her.

Mótmæli

Mótmæli

Rætturin at mótmæla hevur við sær, at tú kanst – av orsøkum, sum viðvíkja serligu støðuna hjá tær – mótmæla eini viðgerð av persónupplýsingum, sum annars er lóglig.

Rætturin at mótmæla er tó bara galdandi, um arbeiðsgevarin viðger persónupplýsingar grundað á eina av hesum viðgerðarheimildum:

  • Viðgerðin er neyðug til tess at røkja samfelagsáhugamál ella uppgávur sum liggja undir almennari myndugleikaútinnan, sum arbeiðsgevarin sum dátuábyrgdari hevur fingið álagt.
  • Viðgerð er neyðug fyri, at privati arbeiðsgevarin sum dátuábyrgdari ella triðipersónur kann fylgja einum heimilaðum áhugamáli, um ikki áhugamál ella grundleggjandi rættindi hjá skrásetta, sum krevja vernd av persónupplýsingum, ganga fram um.

Um arbeiðsgevarin t.d. sambært lóg skal viðgera upplýsingar, ber ikki til at mótmæla viðgerðini. Tað sama er galdandi, um viðgerðin er neyðug fyri at halda ella innganga eina avtalu ella um viðgerðin er neyðug fyri at eitt rættarkrav kann sannast, gerast galdandi ella verjast.

Tað ber til at lesa meira um rættin til mótmæli her.