Dátueftirlitið

Viðgerð av persónupplýsingum undir starvssetan

Á hesi síðu ber til at lesa nærri um nøkur av teimum førum, hvar arbeiðsgevarin viðger persónupplýsingar undir starvssetan, og nær hendan viðgerð kann fara fram.

Í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum um dátuvernd í starvsviðurskiftum ber eisini til at lesa nærri um evnið. Vegleiðingin er at finna her.

Kann arbeiðsgevarin ringja til ein fyrverandi arbeiðsgevara hjá mær?

Kann arbeiðsgevarin ringja til ein fyrverandi arbeiðsgevara hjá mær?

Í sambandi við starvssetan kann tað vera viðkomandi hjá arbeiðsgevaranum at fáa viðmæli um teg frá fyrverandi ella núverandi arbeiðsgevara.

Upplýsingin um, at tú hevur søkt eitt starv, er tó ein upplýsing, sum tað ikki uttan víðari er heimild at geva víðari, uttan so, at tú hevur givið samtykki.

Um arbeiðsgevarin vil hava viðmæli frá fyrrverandi og núverandi arbeiðsgevara, eigur arbeiðsgevarin tí at biðja um samtykki frá tær.

Arbeiðsgevarin eigur eisini at upplýsa, hvørjar upplýsingar verða innheintaðar frá tí fyrrverandi arbeiðsgevaranum.

Nær kann arbeiðsgevarin biðja um revsiváttan?

Nær kann arbeiðsgevarin biðja um revsiváttan?

Í sambandi við starvssetan kann tað verða viðkomandi at fáa revsiváttan frá tær.

Ein arbeiðsgevari eigur tó bara at biðja um revsiváttan, um tað er viðkomandi fyri tað starvið (t.d. arbeiða við børnum), og einans um tað kemur uppá tal, at tú fært starvið.

Ein arbeiðsgevari eigur ikki í einari starvslýsing at biðja allar umsøkjarar um at leggja eina privata revsiváttan við umsóknini. Arbeiðsgevarin eigur at syrgja fyri, at setanartilgongdin er løgd soleiðis til rættis, at tað bara er tann, sum fær bjóða starvið, sum skal vísa revsiváttan, um tað er viðkomandi fyri starvið. Arbeiðsgevarin kann ístaðin skriva í lýsingina, at tað er ein fortreyt fyri at fáa starvið, at ein hevur “reina” revsiváttan.

Um tað ikki er viðkomandi fyri starvið, at tú hevur "reina" revsiváttan, eigur arbeiðsgevari ikki at biðja um revsiváttan.

Kann arbeiðsgevarin taka upplýsingar av sosialum miðlum?

Kann arbeiðsgevarin brúka upplýsingar av sosialum miðlum?

Ein arbeiðsgevari kann í ein ávísan mun savna og brúka upplýsingar, sum eru almennar, tí at tú sjálv/ur hevur almannakunngjørt tær, t.d. upplýsingar á sosialum miðlum.

Sjálvt um tú sjálv/ur hevur almannakunngjørt upplýsingarnar, skal arbeiðsgevarin einans savna og varðveita upplýsingar frá sosialum miðlum, um endamálið er sakligt og proportionalt.

Arbeiðsgevarin eigur at kunna teg um, at upplýsingar verða savnaðar frá sosialum miðlum og hvat endamálið er við hesum.

Hvussu leingi kanna arbeiðsgevarin goyma umsóknina hjá mær?

Hvussu leingi kanna arbeiðsgevarin goyma umsóknina hjá mær?

Tá størv verða lýst leys, eru tað aloftast fleiri umsøkjarar, sum ikki verða settir, og sum arbeiðsgevarin í útgangsstøðinum ikki hevur brúk fyri at hava upplýsingar um.

Ein arbeiðsgevari kann tó koma í eina støðu, har sum tað er neyðugt at skjalprógva eina setanartilgongd, t.d. tí at arbeiðsgevarin verður lagdur undir at gera mismun. At goyma upplýsingar til slík endamál er í útgangsstøðinum sakligt, men arbeiðsgevarin eigur altíð at meta um, hvørt tað er neyðugt at goyma upplýsingarnar.

Ein arbeiðsgevari kann eisini hava áhuga í at goyma upplýsingar um ein umsøkjara, tí viðkomandi kann setast í eitt annað starv seinni. Goymsla við hesum endamáli skal vera við samtykki frá umsøkjaranum.