Dátueftirlitið

Klaga til Dátueftirlitið

Ein av uppgávunum hjá Dátueftirlitinum er at viðgera klagur frá borgarum um viðgerð av persónupplýsingum.

Um tú heldur, at persónupplýsingar um teg verða misnýttar ella á onkran annan hátt viðgjørdar ólógliga, kanst tú klaga til Dátueftirlitið um viðgerðina.

Dátueftirlitið mælir til, at tú í fyrstu syftu vendir tær til stovnin ella fyritøkuna, sum viðger upplýsingar um teg, og greiðir frá, at tú metir viðgerðina vera ólógliga el.tíl. Ofta kunnu mál loysast á henda hátt.

Vil stovnurin ella fyritøkan ikki ganga tær á møti, kanst tú klaga til Dátueftirlitið.

Send tína klagu til Dátueftirlitið á teldupost dat@dat.fo. Í teldupostinum skalt tú greiða frá, hvørja viðgerð av persónupplýsingum, tú klagar um, og hvør sum hevur ábyrgdina av viðgerðini. Tað kann verða neyðugt hjá Dátueftirlitinum at biðja um fleiri upplýsingar frá tær. Klagan verður í útgangsstøðinum eisini send til tann, sum klaga verður um, so at málið verður nøktandi upplýst.

Legg merki til, at Dátueftirlitið í útgangsstøðinum ikki viðger anonymar klagur. Dátueftirlitið kann tó grundað á eina anonyma klagu velja at taka eitt mál upp av sínum eintingum.

Tú ert vælkomin at ringja til Dátueftirlitið. Skrivstovan er opin gerandisdagar millum kl. 09.00 og 15.00. Telefonnummarið er 30 91 00.