Klagutilgongd
Um tú hevur vent tær til ein stovn ella fyritøku, sum viðger upplýsingar um teg, og stovnurin ella fyritøkan ikki vil ganga tær á møti, kanst tú klaga til Dátueftirlitið.
Vanliga er tilgongdin at viðgera eina klagu hendan:
- Tú hevur vent tær til stovnin ella fyritøkuna, sum ikki vil ganga tær á møti.
- Tú orðar og sendir Dátueftirlitinum eitt klaguskriv t.d. við telduposti.
- Dátueftirlitið móttekur og skjalfestir klaguna, og tú fært boð um, at klagan er móttikin.
- Dátueftirlitið kann biðja um at tú útgreinar viðurskifti og útvegar fleiri upplýsingar.
- Dátueftirlitið metir síðani um klaguna.
- Um klagan verður avvíst, fært tú boð um hetta. Í svarinum verður grundgivið væl fyri hesum og málið endar.
- Um Dátueftirlitið tekur klaguna upp til viðgerar, fært tú eisini boð um hetta. Klagari verður kunnaður um klagutilgongdina.
- Dátueftirlitið setir seg síðani í samband við klagaða partin. Vanliga fær klagaði parturin avrit av klaguni við umbøn um viðmerkingar innan givna freist.
- Tann klagaði ger sínar viðmerkingar og sendir Dátueftirlitinum hesar.
- Dátueftirlitið metir hereftir um viðmerkingarnar frá tí klagaða og kann síðani uppaftur senda tær hesar til viðmerkingar.
- Henda gongd, við at senda viðmerkingar millum klagaða og teg, kann halda á í fleiri umførum.
- Tá Dátueftirlitið metir at málið er nøktandi upplýst og tíðarfreistin fyri viðmerkingum er farin, verður avgerð tikin í málinum.
- Avgerðin verður send báðum pørtum.
- Málið verður skjalfest og endað.
- Málið kann verða lagt á heimasíðuna, um Dátueftirlitið metir at tað hevur almennan áhuga. Í hesum førum verða persónar dulnevndir.
Niðanfyri er mynd, sum yvirskipað lýsir klagutilgongdina.