Dátueftirlitið

Samtykki

Samtykki er ein viðgerðarheimild. Tað merkir, at viðgerð av persónupplýsingum kann fara fram, um tann, sum upplýsingarnar eru um, hevur givið samtykki til viðgerðina.

Tað eru aðrar viðgerðarheimildir enn samtykki. Tað ber sostatt til at viðgera persónupplýsingar, sjálvt um tann, sum upplýsingarnar eru um, ikki hevur givið samtykki. Tað er tá umráðandi at tryggja sær, at onnur heimild er fyri viðgerðini.

Les meira um viðgerðarheimildir her.

Í dátuverndarlógini eru nøkur krøv til samtykki, sum skulu vera lokin fyri, at samtykki kann verða eitt lógligt grundarlag undir viðgerð.

Á hesi síðu verður greitt nærri frá hesum krøvum. Til ber eisini at lesa meira í vegleiðingini um samtykki. Vegleiðingina finnur tú her.

Formkrøv

Formkrøv

Eitt samtykki kann gevast munnliga, skrivliga og talgilt, og skal vera uppá pláss, áðrenn viðgerðin byrjar.

Tað er avgerandi, at ein váttan ella gerð hjá tí, sum gevur samtykki, týðiliga boðar frá, hvat viðkomandi ætlar. Eitt samtykki kann tí ikki gevast tigandi ella óbeinleiðis.

Tann, sum viðger upplýsingarnar – dátuábyrgdarin – skal kunna vísa á, at samtykki er givið. Dátuábyrgdarin skal eisini kunna vísa á, hvat samtykkið fevnir um.

Eitt samtykki eigur tí, so vítt sum gjørligt, at gevast skrivliga ella á annan hátt, ið ger tað møguligt at vísa á, at samtykki er givið. Er samtykki givið munnliga kunnu møguligar mannagongdir, tá samtykki verður fingið til vega, nýtast sum skjalprógv.

Áheitanin um samtykki skal leggjast fram á ein lætt skiljandi og lætt atkomuligan hátt og á einum greiðum og einføldum máli, ið er egnað til málbólkin.

Sjálvboðið samtykki

Sjálvboðið samtykki

Eitt samtykki skal vera sjálvboðið.

Tað merkir, at tann, sum gevur sítt samtykki, skal hava eitt veruligt ella frítt val. Eitt samtykki kann tí ikki verða givið undir tvingsli. Ein og hvør formur av óhóskandi trýsti ella ágangi mótvegis skrásetta, hevur við sær, at samtykki ikki kann brúkast.

At skrásetti skal hava eitt veruligt ella frítt val merkir eisini, at eitt samtykki vanliga ikki er sæð sum sjálvboðið, um tað er ein greiður skeivleiki millum skrásetta og dátuábyrgdaran. Ein greiður skeivleiki kann t.d. vera ímillum almennan myndugleika og borgara ella millum arbeiðsgevara og starvsfólk.

Um persónupplýsingar skulu viðgerast til fleiri endamál, skal skrásetti eisini frítt kunna velja, hvørji endamál, skrásetti gevur samtykki til.

Eitt samtykki er ikki sjálvboðið, um skrásetti ikki hevur møguleika at geva serstakt samtykki til ymsu endamálini, men einans kann geva samtykki til øll endamálini. Samtykkið skal kunna sundurbýtast.

Nágreiniligt samtykki

Nágreiniligt samtykki

Eitt samtykki skal vera nágreiniligt.

Tað merkir, at samtykki ikki skal vera orðað á ein almennan hátt ella uttan greitt at lýsa endamálini við viðgerðini av persónupplýsingum, og hvørjar persónupplýsingar, ið verða viðgjørdar.

Eitt samtykki skal við øðrum orðum vera ítøkiligt, so at tað er klárt og týðiligt, hvat samtykki snýr seg um.

Kunnað samtykki

Kunnað samtykki

Samtykki skal vera kunnað.

Tað merkir, at tann, sum samtykkir, skal hava fingið so mikið av upplýsingum, at viðkomandi er fullgreitt vitandi um, hvat samtykki fevnir um, og hvørjar fylgir eru av at geva samtykki.

Skrásetti skal hava so mikið av upplýsingum, at viðkomandi kann taka avgerð á kunnaðum grundarlagi. Einki formkrav er til, hvussu hesar upplýsingar skulu gevast. Tað er sostatt møguligt at lúka kravið skrivliga, munnliga og talgilt.

Greitt viljaboð

Greitt viljaboð

Samtykki frá skrásetta skal vera eitt greitt viljaboð.

Tað merkir, at eingin ivi skal vera um, hvat skrásetta meinar við samtykkinum.

Eitt greitt viljaboð kann vera, at skrásetti við eini fráboðan ella við eini virknari gerð á greiðan hátt boðar frá, at viðkomandi gevur samtykki til, at sínar upplýsingar verða viðgjørdar.

Eitt greitt viljaboð kann fráboðast skrivliga, við at krossa ein punt av á eini heimasíðu ella við at velja viðkomandi tøkniligar stillingar á kunningarsamfelagstænastum t.d. Facebook, Snapchat og Instagram.

Aðrar virknar gerðir kunnu eisini vera greið viljaboð, treytað av, at tað er greitt og týðiligt, at skrásetti samtykkir.

Tøgn, frammanundan krossaðir puntar á heimasíðum ella óvirkni (passivitetur) er ikki eitt púra greitt viljaboð og kann tí ikki vera eitt samtykki.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Rætturin til at taka samtykki aftur

Skrásetti kann til eina og hvørja tíð taka samtykki aftur.

Tann, sum viðger upplýsingarnar, skal tryggja sær, at skrásetti kann taka sítt samtykki aftur á ein einfaldan og lætt atkomiligan hátt.

Tað skal vera eins lætt at taka sítt samtykki aftur, sum at geva tað. Um skrásetti samtykkir við einum einkultum músaklikki, knappaborðstrýsti ella swipeið, eigur tann skrásetti at kunna taka sítt samtykki aftur á tilsvarandi einfaldan hátt.

Børn og samtykki

Børn og samtykki

Sambært dátuverndarlógini skulu børn hava eina serliga verju, tí tey vita minni um teir vandar og avleiðingar, ið kunnu vera knýttir at viðgerð av persónupplýsingum.

Tann, sum ætlar at viðgera upplýsingar, skal serliga umhugsa, um barnið sjálvt kann geva samtykki, ella um samtykki skal fáast til vega hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan.

Um barnið sjálvt kann geva samtykki, er ein ítøkilig meting av, hvussu búgvið barnið er, og um barnið hevur nóg nógva fatan til sjálvt at geva samtykki.

Vanliga er eitt 15 ára gamalt barn nóg búgvið at geva samtykki sjálvt.

Um barnið er undir 15 ár ella ikki er nóg búgvið, eigur samtykki at fáast til vega hjá tí, sum hevur foreldramyndugleikan.

Samtykki frá børnum í sambandi við kunningarsamfelagstænastur

Samtykki frá børnum í sambandi við kunningarsamfelagstænastur

Sambært dátuverndarlógini er útboð av kunningarsamfelagstænastum beinleiðis til børn – sum hevur samtykki sum heimildargrundarlag – bara lóglig, um barnið er í minsta lagi 13 ár.

Kunningarsamfelagstænastur, ið eru útbjóðaðar beinleiðis til børn, eru t.d. sosialir miðlar (Facebook, Snapchat, Instagram o.s.fr., men eisini lokal skúla-intranet kunnu vera fevnd), online-spøl og handil á alnetinum av ymsum slag.

Um barnið er undir 13 ár skal samtykkið verða givið ella góðkent av tí, sum hevur foreldramyndugleikan. Er barnið yngri enn 13 ár skal tann, sum viðger upplýsingarnar í rímiligan mun kanna, at viðkomandi, sum hevur foreldramyndugleikan, hevur givið ella góðkent samtykkið.

Samtykki frá tí, sum hevur foreldramyndugleikan er ikki neyðugt – heldur ikki, um barnið er undir 13 ár – um talan er um fyribyrgjandi ella ráðgevandi tænastur. Barnið hevur tí møguleika fyri at søkja sær ráðgeving um alkoholnýtslu ella sálarligar trupulleikar, uttan at tann, sum hevur foreldramyndugleikan, samtykkir.