Tíni rættindi
Tá ið fyritøkur og stovnar viðgera persónupplýsingar um teg, hevur tú nøkur rættindi.
Tú hevur m.a. rætt til at vita, hvørjar persónupplýsingar verða viðgjørdar um teg, og í summum førum rætt til at fáa persónupplýsingar strikaðar.
Niðanfyri kanst tú lesa meira um, hvørji rættindi tú hevur.
Rætturin til kunning
Tá tað kemur til rættin til kunning, skalt tú skilja ímillum tvær støður. Tað er, tá persónupplýsingar um teg verða savnaðar frá tær, og tá persónupplýsingar um teg verða savnaðar frá øðrum enn tær.
Kunning, tá persónupplýsingar verða savnaðar frá tær
Tú hevur rætt til at fáa kunning, tá ið fyritøkur og stovnar savna og viðgera persónupplýsingar um teg.
Tað merkir, at tann sum viðger persónupplýsingarnar um teg m.a. skal kunna teg um, at persónupplýsingar verða viðgjørdar, hvørjar upplýsingar talan er um, og hvat endamálið er.
Fyritøkan ella stovnurin skal av sínum eintingum geva tær upplýsingarnar, tá upplýsingarnar verða savnaðar. Tað merkir, at tú fært upplýsingarnar uttan at biðja um tær.
Kunning, tá persónupplýsingar verða savnaðar frá øðrum enn tær
Tá ið ein fyritøka ella stovnur savnar inn persónupplýsingar um teg frá øðrum enn tær, er tað umráðandi, at tú fært hetta at vita. Tú hevur tí eisini rætt til at fáa kunning um hetta.
Fyritøkan ella stovnurin skal m.a. siga tær frá hvørji sløg av persónupplýsingum, verða viðgjørdar. Tað er nóg mikið, at tú fært upplýst sløg av persónupplýsingum (t.d. samskiftisupplýsingar, ístaðin fyri ítøkiliga teldupostadressu, telefonnummar o.s.fr.). Tú skalt eisini hava endamálið við viðgerðini at vita.
Les meira
Les meira um kunningarskylduna hjá dátuábyrgdaranum í vegleiðingini um kunningarskyldu. Vegleiðingina finnur tú her.
Rætturin til innlit
Tú hevur rætt til at biðja um innlit í, hvørjar persónupplýsingar ein fyritøka ella ein stovnur viðger um teg.
Endamálið við rættinum um innlit er, at tú fært møguleika at kunna teg um, hvørjar upplýsingar fyritøkur og stovnar viðgera um teg, og upplýsingar um, hví og á hvørjum grundarlagi upplýsingarnar verða viðgjørdar. Á henda hátt hevur tú m.a. møguleika at rætta skeivar upplýsingar.
Um tú krevur innlit, skal fyritøkan ella stovnurin upplýsa, um persónupplýsingar verða viðgjørdar og geva tær atgongd til persónupplýsingarnar. Fyritøkan ella stovnurin skal eisini geva tær upplýsingar um m.a. endamálið við viðgerðini, sløg av persónupplýsingum og hvussu leingi persónupplýsingarnar verða goymdar.
Rætturin til innlit í dátuverndarlógini fevnir ikki um innlit í loggupplýsingar.
Tað eru eingi formkrøv til innlitsumbønina frá tær, sum sostatt kann setast fram bæði munnliga og skrivliga. Hetta hevur m.a. við sær, at fyritøkan ella stovnurin ikki kann krevja, at tú setur umbønina fram skrivliga. Tað er tó einki í vegin fyri, at tú verður biðin um at nágreina tína umbøn, um hon er ógreið.
Fyritøkan ella stovnurin kann ikki nokta at svara um tú ikki nágreinar umbønina.
Les meira
Les meira í vegleiðingini um rættin til innlit. Vegleiðingina finnur tú her.
Rætturin til rætting
Tú hevur rætt til at fáa rangar persónupplýsingar um teg sjálvan rættaðar. Tú kanst sjálvur heita á fyritøkuna ella stovnin. Hesi hava tó eisini eina skyldu at rætta upplýsingarnar, um tey sjálvi gerast varug við, at upplýsingarnar eru rangar.
Upplýsingarnar skulu rættast uttan óneyðugt drál.
Um fyritøkan ella stovnurin og tú ikki eru samd um, at upplýsingarnar eru rangar, er skyldan at rætta ikki treytaleys.
Serliga er hetta viðkomandi, um talan er um upplýsingar, sum ikki kunnu staðfestast objektivt, so sum aldur og navn kunnu. Talan kann vera um føri, har tú ikki er samd/ur við eini meting, sum eitt fakfólk, t.d. lærari ella námsfrøðingur, hevur gjørt, og sum er vorðið skjalfest í einum ítøkiligum máli. Tú kanst ikki krevja, at hendan fakliga metingin verður broytt. Í hesum førum kann loysnin vera, at tað verður skrásett, at ein ósemja er, um persónupplýsingarnar eru rættar ella rangar.
Les meira
Les meira um rættin til rætting í vegleiðingini um rætting, striking og viðgerðaravmarking. Vegleiðingina finnur tú her.
Rætturin til striking
Rætturin til striking hevur við sær, at tú í ávísum førum hevur rætt at krevja, at upplýsingar verða strikaðar.
Tú kanst krevja, at upplýsingar verða strikaðar uttan óneyðugt drál í hesum førum:
- Tá tað ikki longur er neyðugt hjá fyritøkuni ella stovninum at hava persónupplýsingarnar um teg fyri at náa tey endamál, sum upplýsingarnar vórðu savnaðar til
- Fyritøkan ella stovnurin hevur grundað sína viðgerð á samtykki, sum tú tekur aftur
- Tá tú hevur mótmælt viðgerðini og treytirnar fyri mótmæli eru loknar
- Fyritøkan ella stovnurin viðger upplýsingarnar uttan heimild, t.e. ólógliga
- Fyritøkan ella stovnurin hevur eina rættarliga skyldu at strika persónupplýsingarnar
At persónupplýsingar verða strikaðar merkir, at persónupplýsingarnar skulu strikast allastaðni, t.e. í øllum skipanum hjá eini fyritøku ella stovni. Skyldan fevnir í útgangsstøðinum eisini um at strika persónupplýsingar í back-up-skipanum o.tíl.
Les meira
Les meira um rættin til striking í vegleiðingini um rætting, striking og viðgerðaravmarking. Vegleiðingina finnur tú her.
Rætturin til viðgerðaravmarking
Tú kanst í ávísum førum krevja, at ein fyritøka ella ein stovnur avmarkar viðgerðina av tínum persónupplýsingum. At viðgerðin av persónupplýsingum verður avmarkað merkir, at upplýsingarnar ikki kunnu viðgerast á annan hátt enn at goymast.
Fyritøkan ella stovnurin skal m.a. avmarka viðgerðina, um tú gert vart við, at persónupplýsingarnar eru rangar. Fyritøkan ella stovnurin kann í hesum føri í staðin fyri at strika persónupplýsingarnar alt fyri eitt, avmarka viðgerðina til tað er staðfest, um persónupplýsingarnar eru rættar ella rangar.
Les meira
Les meira um rættin til viðgerðaravmarking í vegleiðingini um rætting, striking og viðgerðaravmarking. Vegleiðingina finnur tú her.
Rætturin til dátuflutning
Tú kanst í ávísum førum krevja, at persónupplýsingar, sum ein fyritøka hevur um teg, og sum tú sjálv/ur hevur latið fyritøkuni, skulu flytast til eina aðra fyritøku. Upplýsingarnar skulu latast tær í einum vanligum nýttum og teldutøkum sniði.
Tað er ein treyt, at viðgerðin er grundað á samtykki ella avtalu, og viðgerðin er automatisk.
Les meira
Les meira um rættin til dátuflutning í vegleiðingini um dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingina finnur tú her.
Rætturin til mótmæli
Tú hevur í ávísum førum rætt til at mótmæla, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Rætturin til mótmæli merkir, at tú av orsøkum grundaðar á serligu støðu tína, kanst mótmæla annars lógligari viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at mótmæla, at persónupplýsingar um teg verða viðgjørdar til beinleiðis marknaðarføring.
Les meira
Les meira um rættin til mótmæli í vegleiðingini um dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingina finnur tú her.
Rætturin ikki at vera fyri automatiskum avgerðum
Tú hevur rætt til ikki at vera fyri automatiskari avgerð, sum einans er grundað á automatiska viðgerð, og sum hevur rættarvirknað ella týðandi ávirkar teg.
Tað sama er galdandi fyri viðgerð av persónupplýsingum til profilering.
Ein automatisk viðgerð av persónupplýsingum, kann vera tá persónupplýsingar um teg verða nýttar til at meta um ávís persónlig viðurskifti hjá tær, serliga fyri at greina ella meta um arbeiðsavrik, fíggjarliga støðu, heilsu, persónligar sertokkar, áhugamál, álitissemi, atferð, staðseting ella rørslur hjá tær.
Um avgerðin er grundað á fakta og eingin meting av persónligum viðurskiftum fer fram, kanst tú ikki seta teg ímóti avgerðini. Hetta kann t.d. vera, um tú skalt taka pengar út í eini sjálvtøku. Automatiska viðgerðin, sum fer fram, og sum kann hava við sær, at tú ikki kanst taka pengar út, tí kontan er í troti, inniber eina automatiska avgerð, sum er grundað á fakta, t.e. eingin peningur er á kontuni, og ikki eina meting av persónligum viðurskiftum hjá tær. Hesum kanst tú tí ikki seta teg ímóti.
Les meira
Les meira um rættin at seta seg ímóti automatiskum avgerðum í vegleiðingini um dátuflutning, mótmæli og til ikki at vera fyri automatiskari viðgerð. Vegleiðingina finnur tú her.
Avmarkingar í rættindum
Eingi av teimum rættindum, sum tú ert tryggjað/ur í dátuverndarlógini eru treytaleys. Tað merkir, at tað eru undantøk, og støður har rættindini ikki er galdandi.
Rætturin til kunning og innlit eru t.d. ikki galdandi um so er, at upplýsingarnar, um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella um upplýsingarnar eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsøkjan av revsiverdum gerðum.
Um tú hevur gjørt tíni rættindi galdandi, men fyritøkan ella stovnurin ikki hevur svarað ella ikki hevur rættað ella strikað upplýsingarnar, og tú ikki ert samd/ur í hesi avgerð, kanst tú klaga til Dátueftirlitið. Les meira um, hvussu tú klagar her.