Dátueftirlitið

Yvirvøka og eftirlit

1. januar 2021 kom ein nýggj løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Einans yvirvøka, sum er rættað móti persónum, er fevnd av løgtingslógini um vakmyndatól. Tá ið yvirvøka er rættað móti persónum, er talan um eina viðgerð av persónupplýsingum. Hetta hevur við sær, at dátuverndarlógin eisini er galdandi. Sostatt skal yvirvøka við vakmyndatóli, sum er rættað móti persónum, vera í samsvar við løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli og dátuverndarlógina.

Løgtingslógin um vakmyndatól setur nakrar treytir fyri yvirvøku við vakmyndatóli. Hesar treytir eru m.a. krav um skelting og fráboðan til Dátueftirlitið.

Føroya Politi hevur eftirlit við, um løgtingslógin um yvirvøku við vakmyndatóli verður hildin. Hetta hevur við sær, at um ein gerst varugur við, at eitt vakmyndatól er sett upp í ósamsvari við løgtingslógina, skal viðkomandi venda sær til politiið.

Um tú hevur spurningar í sambandi við, um yvirvøka kann fara fram á ein ávísan hátt, kanst tú venda tær til Dátueftirlitið. Dátueftirlitið kann vegleiða um reglurnar.

Yvirvøka og vakmyndatól

Yvirvøka og vakmyndatól

Fyri at fáa greiðu á, um upptøkur eru fevndar av løgtingslógini um vakmyndatól, eru tvey hugtøk avgerðandi. Yvirvøka og vakmyndatól.

Yvirvøka

Yvirvøka við vakmyndatóli skal skiljast sum skipað ella regluliga endurtakandi yvirvøka av persónum við fjarstýrdum ella sjálvvirkandi vakmyndatóli, myndatóli ella líknandi. Tað er uttan týdning, um myndaupptøka fer fram, ella um myndirnar bert verða vístar á einum skermi ella líknandi.

Yvirvøka av hesum slag er fevnd av løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli. Útgangsstøðið er, at privat ikki kunnu yvirvaka almenn øki.

Vakmyndatól

Vakmyndatól eru tól, sum skipað ella regluliga endurtakandi kunnu yvirvaka persónar. Talan er um vakmyndatól, sum er fjarstýrt ella sjálvvirkandi.

Øll tól, sum kunnu yvirvaka á henda hátt, eru fevnd, eisini vevmyndatól.

Hondhildin tól, t.d. fartelefonir, eru ikki fevndar av hugtakinum vakmyndatól í løgtingslógini um yvirvøku við vakmyndatóli.

Nær kunnu privat yvirvaka við vakmyndatóli?

Nær kunnu privat yvirvaka við vakmyndatóli?

Yvirvøka, sum privat standa fyri, kann í høvuðsheitum býtast upp í tvey. Yvirvøka uttandura á almennum øki og yvirvøka innandura (í handlum o.s.fr.).

Yvirvøka uttandura

Sum útgangsstøði er tað bannað fyri privat – bæði einstaklingar og fyritøkur – at yvirvaka almenn øki. Tað merkir, at privat ikki kunnu yvirvaka øki, sum verða nýtt til vanliga ferðslu, sum gøtu, veg, pláss ella líknandi øki.

Privatar fyritøkur kunnu tó í summum førum yvirvaka øki við vanligari ferðslu allíkavæl.

Privat yvirvøka kann sostatt fara fram í hesum førum:

  • Øki við vinnuligum virksemi
    • Yvirvøka av bensinstøðum, ídnaðarvirkjum, innilokaðum handilsmiðstøðum og líknandi økjum, har vinnuligt virksemi fer fram, um tann sum hevur ræðið á økinum, stendur fyri yvirvøkuni.
  • Peningasjálvtøkur og bilar, sum flyta pening
    • Yvirvøka við peningasjálvtøkur o.tíl. ella bilar, sum einans verða nýttir til flutning av peningi, um tann sum hevur ræði á sjálvtøkuni ella bilinum, stendur fyri yvirvøkuni, og yvirvøkan einans er rættað móti persónum, sum eru beint við sjálvtøkuna ella bilin.
  • Peningastovnar o.tíl., gistingarhús, matstovur, handilsmiðstøðir og handlar
    • Yvirvøka, sum peningastovnar o.tíl., gistingarhús, matstovur, handilsmiðstøðir og handlar, har sum smásøla fer fram, hava av egnum inngongdum, framsíðu og baksíðu og av økjum, sum eru beinleiðis knýtt at egnum inngongdum, framsíðu ella baksíðu, og sum natúrliga verða nýtt ella kunnu nýtast sum atgongd ella rýmingarleið, um yvirvøkan greitt er neyðug til tess at fyribyrgja lógarbrotum.
  • Tunlar
    • Yvirvøka í tunlum, undir hesum á gjaldssøðum við tunnilsmunnar og á innkoyringarvegum, til tess at økja um trygdina ella til tess at krevja gjald um tann, sum hevur ábyrgdina av trygdini ella gjaldsskipanini stendur fyri yvirvøkuni.
  • Yvirvøka, sum ikki verður bandað
    • Yvirvøka, sum ikki verður tikin upp á video, film, o.tíl., tá talan er um yvirvøku av egnum inngongdum, framsíðu, baksíðu, girðing ella líknandi.

Yvirvøka innandura

Løgtingslógin um yvirvøku við vakmyndatóli setur ikki forboð fyri yvirvøku innandura av økjum, sum vanlig atgongd er til. Tað ber tí til hjá fyritøkum at yvirvaka inni í handlum, móttøkuhølum o.s.fr.

Tað er eitt krav, at tað verður skeltað við yvirvøkuni.

Tað er eisini eitt krav, at yvirvøkan er saklig og ikki er meira inntrívandi enn neyðugt.

Nær kunnu almennir myndugleikar yvirvaka við vakmyndatóli?

Nær kunnu almennir myndugleikar yvirvaka við vakmyndatóli?

Almennir myndugleikar eru ikki fevndir av forboðnum móti yvirvøku í løgtingslógini um yvirvøku við vakmyndatóli.

Um almennir myndugleikar yvirvaka við vakmyndatóli á almennum øki, skal hetta vera í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini. Tað merkir, at yvirvøkan skal vera saklig og eigur ikki at fara longur enn neyðugt.

Um almennir myndugleikar yvirvaka innandura, t.d. í móttøkuhølum, skulu teir skelta við hesum.

Yvirvøka og eftirlit á arbeiðsplássum

Yvirvøka og eftirlit á arbeiðsplássum

Ein arbeiðsgevari kann í ávisum førum yvirvaka og hava eftirlit við starvsfólkum.

Les meira um eftirlit á arbeiðsplássinum her.