Áhugafeløg
Tá áhugafeløg – ítróttarfeløg, politisk ungmannafeløg o.o. – viðgera upplýsingar um limir, er hetta viðgerð av persónupplýsingum, sum eru fevnd av reglunum í dátuverndarlógini. Reglurnar áseta m.a. nær og hvussu feløg kunnu viðgera upplýsingar um persónar.
Viðgerð av persónupplýsingum fevnir um alla handfaring av persónupplýsingum, sum t.d. skráseting, goymslu, víðarigeving og skipan av persónupplýsingum.
Á hesi síðu eru viðurskifti tikin fram, sum serliga kunnu vera viðkomandi fyri áhugafeløg.
Ein vegleiðing um áhugafeløg og viðgerð av persónupplýsingum er her.
Er dátuverndarlógin galdandi fyri áhugafeløg?
Ja, áhugafeløg eru fevnd av dátuverndarlógini.
Dátuverndarlógin er galdandi fyri alla viðgerð av persónupplýsingum, sum heilt ella lutvíst er automatisk (t.e. elektronisk), og fyri manuella viðgerð, um persónupplýsingar eru ella verða settar í eina skrá. Hetta breiða virkisøkið hevur í útgangsstøðinum við sær, at dátuverndarlógin er galdandi fyri viðgerð av persónupplýsingum, sum øll áhugafeløg í Føroyum gera, uttan mun til støddina á áhugafelagnum.
Nær kunnu áhugafeløg viðgera persónupplýsingar?
Áhugafeløg kunnu t.d. viðgera persónupplýsingar í sambandi við skráseting av limum, innkrevjing av limagjaldi, og tá tey goyma upplýsingar um tey, sum gera sjálvboðið arbeiði
Áhugafeløg kunnu viðgera persónupplýsingar um viðgerðin er neyðug fyri, at áhugafelagið kann røkja sínar uppgávur. Áhugafelagið kann skráseta vanligar upplýsingar so sum dagfesting fyri tilmelding, navn, bústað, telefonnummar o.s.fr.
Áhugafeløg kunnu í útgangsstøðinum skráseta aðrar upplýsingar so sum t.d. upplýsing um besta úrslitið hjá einstøkum limum. Tó skal viðgerðin altíð hava eina góða og sakliga orsøk, og áhugafelagið eigur ikki at savna ella í aðramáta viðgera fleiri upplýsingar enn neyðugt.
Viðkvæmar persónupplýsingar
Dátuverndarlógin skilir ímillum vanligar persónupplýsingar og viðkvæmar persónupplýsingar.
Viðkvæmar persónupplýsingar eru t.d. upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring ella yrkisfelagsligt tilknýti, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti og revsiverd viðurskifti.
Áhugafeløg kunnu í útgangsstøðinum ikki viðgera viðkvæmar persónupplýsingar.
Hetta merkir ikki, at áhugafeløg ongantíð kunnu viðgera viðkvæmar upplýsingar. Áhugafeløg skulu tó vísa serligt varsemi, tá tað kemur til viðgerð av viðkvomum upplýsingum.
Er tað sakligt og neyðugt hjá einum áhugafelag at viðgera viðkvæmar upplýsingar – t.d. um heilsustøðu hjá limi – kann nágreiniligt samtykki vera heimildin fyri viðgerðini.
Kunnu áhugafeløg viðgera upplýsingar um revsiverd viðurskifti?
Í serligum førum kann tað verða neyðugt hjá feløgum at viðgera upplýsingar um revsiverd viðurskifti. Hetta kann t.d. vera, tá ið eitt fótbóltsfelag skal hava ein nýggjan venjara, og krevur, at venjarin vísir revsiváttan fyri at verja børn og ung ímóti møguligum ágangi.
Dátueftirlitið hevur gjørt eina mannagongd í sambandi við, at venjarir í feløgum skulu vísa revsiváttan, sum treyt fyri at vera venjari í felagnum. Dátueftirlitið mælir til, at hendan mannagongd verður nýtt.
Mannagongd, tá venjarar skulu vísa revsiváttan, sum treyt fyri at vera venjari í felagnum
Tað er umráðandi, at upplýsingar um revsiverd viðurskifti einans verða viðgjørdar, um endamálið er sakligt. Í hesum føri er endamálið at verja børn og ung ímóti møguligum ágangi. Upplýsingar um revsiverd viðurskifti skulu ikki nýtast til onnur endamál.
Henda mannagongd skal fylgjast:
1. Nevndin/leiðslan tekur støðu til, hvørjir persónar í felagnum skulu hava atgongd til upplýsingarnar í revsiváttanunum. Ábyrgdarpersónur ella ábyrgdarpersónar eiga at vera fáir, og kunnu t.d. vera formaður, næstformaður og/ella skrivari.
2. Venjarar skulu kunnast væl um, at fótbóltsfelagið setur krav um, at persónar, sum venja børn og ung í felagnum, vísa revsiváttan. Eisini skal greiðsast væl frá, hvørji lógarbrot hava við sær, at tað ikki ber til at vera venjari í felagnum.
Leiðslan/nevndin skal kunna venjararnar væl um, hví hetta stig verður tikið, hvat upplýsingarnar verða nýttar til, og hvørjar avleiðingar tað hevur, um venjarin velur ikki at vísa fram revsiváttan.
3. Um venjarar eru undir 18 ár, skal leiðslan/nevndin taka støðu til í hvønn mun tað er neyðugt at kunna foreldur at venjarum.
4. Venjarin verður biðin um at fáa fatur á revsiváttan. Venjarin eigur at fáa eitt rímiligt tíðarskeið at venda sær til politiið at fáa eina revsiváttan, t.d. 14 dagar.
5. Tá venjarin hevur fingið revsiváttanina, skal viðkomandi vísa ábyrgdarpersóni í felagnum (sbrt. pkt. 1) revsiváttanina (í hard copy – váttanin skal ikki sendast við telduposti).
6. Er eingin ivi um, at venjarin kann halda fram í felagnum (t.d. tí revsiváttanin er ”rein”) boðar ábyrgdarpersónurin frá hesum beinanvegin og venjarin tekur revsiváttanina við sær.
7. Er ábyrgdarpersónurin í iva um upplýsingar á váttanini, kann viðkomandi taka revsiváttanina í varðveitslu í stytri tíðarskeið, t.d. um tað er neyðugt at tosa við annan ábyrgdarpersón.
Um ábyrgdarpersónurin tekur revsiváttanina, skal viðkomandi syrgja fyri, at váttanin til allar tíðir er á tryggum stað, t.d. at hon er læst inni í skápi, sum bara viðkomandi hevur lykil til. Tá spurningurin um revsiváttanina er avgreiddur, skal váttanin latast venjaranum. Um venjarin ikki ynskir at fáa váttanina aftur, skal ábyrgdarpersónurin syrgja fyri, at revsiváttanin skjótast gjørligt verður burturbeind á tryggan hátt, t.d. við makulering.
8. Hevur felagið brúk fyri skjalprógvi fyri, at tað ikki eru upplýsingar í revsiváttanini, sum forða fyri, at viðkomandi kann vera venjari í felagnum, kann ábyrgdarpersónurin skrivliga vátta, at viðkomandi hevur sæð revsiváttanina, og at einki í váttanini er til hindurs fyri, at venjarin er í starvi.
9. Felagið eigur at tryggja sær, at ábyrgdarpersónarnir viðgera upplýsingarnar í trúnaði.
10. Upplýsingarnar, sum felagið fær frá venjaranum, kunnu ikki nýtast til onnur endamál, enn at verja børn og ung ímóti ágangi.
Kunningarskylda
Tá ið felagið savnar inn persónupplýsingar um limir o.o., skal felagið geva limunum kunning um, hvat upplýsingarnar verða brúktar til.
Felagið hevur sostatt eina kunningarskyldu. Limirnir o.o. skulu m.a. kunnast um, hvør dátuábyrgdarin er (navn og samskiftisupplýsingar), endamálið og heimildin fyri viðgerðini o.s.fr.
Limirnir skulu kunnast, tá upplýsingarnar verða savnaðar. Upplýsingarnar kunnu t.d. verða givnar í sjálvvirkandi telduposti ella við kunning á heimasíðu har sum tilmelding fer fram.
Les meira um kunningarskylduna her.
Tað ber eisini til at lesa meira um dátuverndarkunning á heimasíðu í vegleiðingini um vitjandi á heimasíðum. Vegleiðingin er tøk her.
Striking
Dátuverndarlógin hevur við sær, at persónupplýsingar skulu strikast, tá eitt áhugafelag ikki longur hevur brúk fyri upplýsingunum.
Tað er ikki ásett í dátuverndarlógini júst hvussu leingi persónupplýsingar kunnu goymast. Persónupplýsingar kunnu goymast, so leingi tað er neyðugt at goyma tær.
Áhugafeløg skulu sjálv meta um, hvussu leingi neyðugt er at goyma persónupplýsingarnar.
Áhugafeløg eiga at hava mannagongdir, sum tryggja, at støða við jøvnum millumbili verður tikin til, um upplýsingar verða strikaðar. Hetta kann t.d. vera eina, tvær ella tríggjar ferðir um árið.
Limir og onnur skrásett hava í ávísum førum rætt til striking.
Les meira um rættin hjá skrásetta til striking umframt hini rættindini hjá skrásetta her.
Krøv til trygd
Dátuverndarlógin hevur við sær, at áhugafeløg skulu tryggja, at tær persónupplýsingar, sum áhugafelagið viðger, verða viðgjørdar á ein tryggan hátt. Hetta merkir, at skipanir, sum persónupplýsingar verða viðgjørdar í – limaskipanir, teldupostskipanir o.s.fr. – skulu vera tryggar.
Harumframt skal viðgerð av persónupplýsingum, sum ikki fer fram í KT-skipanum – men t.d. fysisk goymsla – eisini fara fram á tryggan hátt.
Dátuverndarlógin setur krav um, at áhugafeløg skulu seta í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk, sum tryggja eitt trygdarstøði, sum hóskar til váðarnar, sum standast av viðgerðini.
Dátuverndarlógin ásetur ikki ítøkiligt, hvørji trygdartiltøkini skulu vera.
Dømi um trygdartiltøk, sum kunnu setast í verk, eru hesi:
- Tiltøk, sum tryggja, at einans persónar, sum eru heimilaðir til hetta, kunnu fáa atgongd til persónupplýsingar.
- Reglur um tagnarskyldu.
- Reglur um bygnaðarlig viðurskifti og fysiska trygd, undir hesum trygdarskipan, avmarking ella eftirlit við atgongd.
- Nøktandi vegleiðing og upplæring av fólki, sum viðgera ella fáa atgongd til persónupplýsingar.
- Dulnevning av persónupplýsingum.
Um eitt áhugafelag ikki nýtir aðra KT-skipan enn teldupost, eigur felagið at tryggja sær, at teldupostskipanin er trygg. Í hesum liggur m.a. møguleiki at senda krypteraðan teldupost.
Dátuverndarlógin inniheldur ikki ásetingar, sum hava við sær, at teldupostar skulu strikast aftaná eitt ávíst tíðarskeið, t.d. 30 dagar. Eitt áhugafelag skal tó vera varugt við meginregluna um goymsluavmarking og rættin til striking, sum eisini er umrøtt á hesi síðu, og sum eisini er galdandi fyri upplýsingar í teldupostum.
Les meira um viðgerðartrygd her.