Dátueftirlitið

Viðgerð av persónupplýsingum eftir starvsenda

Tá starvsfólkið ikki longur er í starvi hjá arbeiðsgevaranum hevur arbeiðsgevarin í útgangsstøðinum ikki tørv á at hava upplýsingar um viðkomandi. Persónupplýsingar um fyrrverandi starvsfólk skulu tí strikast.

Møguleikarnir at goyma upplýsingar eftir starvsenda

Møguleikarnir at goyma upplýsingar eftir starvsenda

At goyma upplýsingar um fyrrverandi starvsfólk er einans møguligt, um treytirnar fyri viðgerð av persónupplýsingum og yvirskipaðu meginreglurnar verða fylgdar. Tað merkir, at persónupplýsingar einans kunnu goymast so leingi, sum tað fyrisitingarliga er tørvur á tí.

Atlitið til at skjalprógva gongdina í einum starvsfólkamáli er at meta sum eitt sakligt endamál, og upplýsingar kunnu tí goymast við hesum endamáli. Tað kann eisini verða ásett í lóggávu ella siðvenju, at upplýsingar skulu goymast í eitt ávíst tíðarskeið. Tað kann t.d. vera lønarupplýsingar, sum skulu goymast fyri, at arbeiðsgevarin kann halda skyldur mótvegis TAKS. Eisini kunnu fyrningarfreistir hava týdning fyri, hvussu leingi persónupplýsingar sakliga og proportionalt kunnu goymast.

Í uppsagnarmálum kann arbeiðsgevarin hava tørv á at goyma upplýsingar, sum eru neyðugar fyri, at eitt rættarkrav í sambandi við uppsøgnina kann sannast, gerast galdandi ella verjast. Tað sama er galdandi um starvsfólkið hevur verið fyri arbeiðsvanlukku og upplýsingarnar eru neyðugar at goyma í sambandi við eitt møguligt endurgjaldskrav.

Fyri almennar arbeiðsgevarar er harumframt at siga, at skyldan at skriva upp og skyldan at journalisera kann hava við sær, at tað eru avmarkaðir møguleikar at strika upplýsingar í starvsfólkamálum. Reglurnar í skjalasavnslóggávu kunnu eisini hava týdning í spurninginum um at strika upplýsingar.

Teldupostkassi hjá fyrrverandi starvsfólki

Teldupostkassi hjá fyrrverandi starvsfólki

Tá eitt starvsfólk er farið úr starvi og ikki longur hevur atgongd til sín teldupostkassa á arbeiðsplássinum, skal teldupostkassin gerast inaktivur so skjótt sum gjørligt. Hvussu long tíð kann ganga, veldst um starvið, hvørjar uppgávur viðkomandi røkti o.s.fr., men eigur í øllum førum ikki at vera longri enn 12 mánaðir.

Tá starvsfólkið fer frá, eigur eitt automatiskt svar at gera kunnugt, at viðkomandi ikki longur er í starvi. Ein teldupostkassi hjá einum fyrrverandi starvsfólki eigur einans at verða nýttur at taka ímóti teldupostum. Um arbeiðsgevarin verður varugur við privatar teldupostar, kunnu hesir sendast víðari til fyrrverandi starvsfólkið, um starvsfólkið hevur eina nýggja adressu.

Upplýsingar um beinleiðis teldupostadressu á heimasíðuni hjá arbeiðsgevaranum eiga at vera strikaðar skjótast gjørligt.