Dátueftirlitið

Orðalisti

Dátuverndarlógin nýtir ymisk orð og hugtøk at lýsa ávís viðurskifti. Eisini eru ávís orð, sum eru serliga viðkomandi í dátuverndarrættinum. Á hesi síðu verða nøkur av hesum orðum og hugtøkum allýst.

Persónupplýsingar

Ein og hvør upplýsing og meting, sum er knýtt ella kann knýtast at einum ávísum likamligum persóni, t.e. tann skrásetti.

Viðgerð

Øll nýtsla, so sum savnan, skráseting, samkoyring, goyming, víðarigeving, avhending o.a. ella ein sameining av hesum, líkamikið um henda er automatisk ella ei.

Viðkvæmar persónupplýsingar

Viðkvæmar persónupplýsingar eru upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring ella yrkisfelagsligt tilknýti. Harumframt viðgerð av ílegudátum, biometriskum dátum við tí endamáli eintýtt at eyðmerkja ein persón, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.

Profilering

Eitt og hvørt slag av automatiskari viðgerð av persónupplýsingum, sum nýtir persónupplýsingarnar til at meta um ávís persónlig viðurskifti hjá einum ávísum persóni, fyri at greina ella meta um arbeiðsavrik, fíggjarliga støðu, heilsu, persónligar tokkar, áhugamál, álitissemi, atferð, staðseting ella rørslur hjá viðkomandi.

Dulnevning

Viðgerð av persónupplýsingum á ein slíkan hátt, at persónupplýsingarnar ikki longur kunnu beinast til ein ávísan skrásettan, uttan so at eyka upplýsingar verða nýttar. Tað er ein fortreyt, at slíkar eyka upplýsingar verða goymdar fyri seg og koma undir tøknilig og bygnaðarlig tiltøk, sum tryggja, at persónupplýsingarnar ikki kunnu beinast til ein eyðmerktan persón ella ein persón, sum kann eyðmerkjast.

Skrá

Eitt og hvørt skipað savn av persónupplýsingum, sum er atkomandi eftir ávísum eyðkennum, annaðhvørt savnið er miðsavnað, miðspjatt ella býtt sundur eftir virki ella staði.

Dátuábyrgdari

Ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ein almennur myndugleiki, ein stovnur ella ein onnur eind, sum eina ella saman við øðrum ger av, til hvørji endamál og við hvørjum hjálpitólum persónupplýsingar kunnu viðgerast.

 Dátuviðgeri

Ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ein almennur myndugleiki, ein stovnur ella ein onnur eind, sum viðger persónupplýsingar dátuábyrgdarans vegna.

 Triðipersónur

Ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ein almennur myndugleiki, ein stovnur, felagsskapur o.s.fr., sum ikki er tann skrásetti, dátuábyrgdarin, dátuviðgerin og teir persónar undir beinleiðis myndugleika dátuábyrgdarans ella dátuviðgerans, sum hava heimild at viðgera persónupplýsingar.

Móttakari

Ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, ein almennur myndugleiki, ein stovnur ella annar, sum fær persónupplýsingar, eisini hóast hetta er triðipersónur. Almennir myndugleikar, sum móttaka persónupplýsingar í sambandi við einstakar fyrispurningar, eru ikki móttakarar. Viðgerðin hjá myndugleikunum av hesum upplýsingum skal halda galdandi dátuverndarreglur.

Samtykki frá skrásetta

Eitt sjálvboðið, nágreiniligt, kunnað og greitt viljaboð frá skrásetta, har skrásetti við fráboðan ella greiðari váttan játtar, at persónupplýsingar, um viðkomandi kunnu viðgerast.

Ílegudátur

Persónupplýsingar, sum viðvíkja arvaðum ella ognaðum íleguserkennum hjá einum persóni, sum geva eintýddar upplýsingar um lívvirki ella heilsu hjá persóninum, og sum eru tøkar eftir, at ein lívfrøðilig roynd frá viðkomandi er greinað.

Biometriskar dátur

Persónupplýsingar, ið sum fylgi av tekniskari viðgerð av likamligum, lívvirkisligum ella atferðarligum serkenni hjá einum persóni loyva ella vátta eina eintýdda eyðmerking av viðkomandi, t.d. andlitsmynd ella fingramerkisupplýsingar.

Heilsuupplýsingar

Persónupplýsingar, sum viðvíkja likamligu ella sálarligu heilsuni hjá einum persóni, her undir veitingar av heilsutænastum, og sum geva upplýsingar um heilsustøðuna hjá viðkomandi.

Útland

Land, sum er limur í Evropeiska Samveldinum, ES ella í Evropeiska Búskaparliga Samstarvinum, EBS.

Triðjaland

Land, sum ikki er limur í Evropeiska Samveldinum, ES ella Evropeiska Búskaparliga Samstarvinum, EBS.

Kunningarsamfelagstænasta

Ein og hvør tænasta í kunningarsamfelagnum, t.e. ein og hvør tænasta, sum vanliga verður veitt fyri gjald, og sum verður fjarvarpað elektroniskt eftir umbøn frá einum tænastumóttakara.