Hvat er eitt dátuverndarfólk?
Eitt dátuverndarfólk skal hjálpa dátuábyrgdaranum og dátuviðgeranum at halda reglurnar í dátuverndarlógini. Dátuverndarfólkið fær í tí sambandi álagt nakrar uppgávur í dátuverndarlógini.
Dátuverndarfólkið er ikki partur av Dátueftirlitinum, og dátuverndarfólkið er heldur ikki eitt umboðsfólk hjá Dátueftirlitinum. Dátuverndarfólkið skal tó samstarva við Dátueftirlitið og virka sum kontaktpersónur ímillum dátuábyrgdaran og Dátueftirlitið.
Tað er ikki eitt krav at nýtt fólk skal setast fyri at røkja uppgávuna sum dátuverndarfólk. Tað kann vera nøktandi, at uppgávurnar sum dátuverndarfólk verður røkt av starvsfólki, sum eru sett at loysa aðrar uppgávur. Starvsfólkið kann tá røkja uppgávuna sum dátuverndarfólk við síðuna av øðrum uppgávum. Møguleiki er eisini fyri, at uppgávan verður útveitt til t.d. ein konsulent eftir einum tænastuveitingarsattmála.
Fakligir førleikar
Dátuverndarfólkið skal tilnevnast grundað á sín fakliga førleika. Hetta fevnir m.a. um serkunnleika til datuverndarrætt og førleikan at útinna tær uppgávur, sum dátuverndarfólkið hevur sambært dátuverndarlógini.
Í hesum liggur eitt krav um, at dátuverndarfólkið hevur útbúgving og royndir, sum gera, at viðkomandi er førur fyri at meta um, um viðgerð, sum fer fram og er ætlað, er í samsvari við dátuverndarlógina. Eisini skal persónurin vera førur fyri at røkja uppgávurnar, sum eru lagdar til dátuverndarfólkið. Dátuverndarlógin ásetur ikki eitt ávíst útbúgvingarkrav.
Les meira
Les meira um dátuverndarfólk, undir hesum um førleikakrøv og uppgávur, niðanfyri ella í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum. Vegleiðingin um dátuverndarfólk og aðrar vegleiðingar og skabelónir eru tøkar her.
Almennir myndugleikar og dátuverndarfólk
Ein almennur myndugleiki, sum viðger persónupplýsingar, skal tilnevna eitt dátuverndarfólk.
Ein almennur myndugleiki, sum viðgerð persónupplýsingar fyri eina privata fyritøku, skal tilnevna eitt dátuverndarfólk. Ein almennur myndugleiki sum útveitir viðgerðina av persónupplýsingum til eina privata fyritøku, skal eisini tilnevna eitt dátuverndarfólk. Tá ein almennur myndugleiki letur eina privata fyritøku standa fyri viðgerðini av persónupplýsingum, skal tann almenni myndugleikin tilnevna eitt dátuverndarfólk.
Allir almennir myndugleikar, sum eru fevndir av § 1, stk. 1, í fyrisitingarlógini, eru fevndir av skylduni at tilnevna eitt dátuverndarfólk.
Fyritøkur og dátuverndarfólk
Í flestu førum er ikki krav um at tilnevna dátuverndarfólk í privata geiranum.
Tó skulu fyritøkur tilnevna eitt dátuverndarfólk um tríggjar treytir eru uppfyltar. Treytirnar, sum allar skulu vera loknar, eru:
- Viðgerðin av persónupplýsingum skal vera kjarnuvirksemi hjá fyritøkuni
- Viðgerðin skal vera umfatandi
- Talan skal vera um yvirvøku av skrásettum, sum er reglulig og skipað ella viðgerð, sum fevnir um viðkvæmar persónupplýsingar
Ábyrgdin at tilnevna eitt dátuverndarfólk er galdandi bæði fyri dátuábyrgdaran og dátuviðgeran. Ein fyritøka skal lúka allar tríggjar treytirnar fyri at verða fevnd av skylduni at tilnevna eitt dátuverndarfólk. Um t.d. bara ein ella tvær av treytunum eru loknar, er fyritøkan ikki fevnd av skylduni.
Sjálvboðin tilnevning av dátuverndarfólki
Fyritøkur kunnu eisini sjálvbodnar tilnevna eitt dátuverndarfólk.
Krøvini til dátuverndarfólkið eru tey somu, tá privatar fyritøkur sjálvbodnar tilnevna eitt dátuverndarfólk. Velur dátuábyrgdarin ella dátuviðgerin at tilnevna eitt dátuverndarfólk, skulu reglurnar í dátuverndarlógini fylgjast. Orsøkin er, at um eitt starvsfólk fær tær uppgavur og tær skyldur, sum eitt datuverndarfólk hevur, skal viðkomandi eisini hava ta somu verju.
Um ein fyritøka harafturímóti velur at tilnevna ein compliance-ráðgeva, er fyritøkan ikki bundin til at fylgja krøvunum í dátuverndarlógini. Tað er einans tá fyritøkan beinleiðis tilnevnir eitt dátuverndarfólk, at krøvini í løgtingslógini skulu fylgjast.
Felags dátuverndarfólk
Almennir myndugleikar
Almennir myndugleikar kunnu tilnevna eitt felags dátuverndarfólk, um hetta samsvarar við bygnað og stødd á stovnunum.
Um eitt dátuverndarfólk verður tilnevnt fyri fleiri stovnar, er tað eitt krav, at dátuverndarfólkið á ein nøktandi hátt kann røkja uppgávurnar sum dátuverndarfólk. Tað er ikki eitt krav, at dátuverndarfólkið er fysiskt til staðar á øllum stovnunum. Stovnarnir kunnu avtala, hvussu starvsfólkini koma í samband við dátuverndarfólkið. Hetta kann t.d. verða ígjøgnum teldupost, telefon, internet o.s.fr.
Dátuverndarfólkið skal hava tíð at røkja uppgávurnar. Tí er tað neyðugt at hyggja eftir mongdini av persónupplýsingum, sum stovnarnir viðgera. Er talan um eina stóra mongd av persónupplýsingum er vandi fyri, at dátuverndarfólkið ikki kann røkja uppgávuna á ein nøktandi hátt.
Kravið um óheftni kann hava við sær, at tað í ávísum førum er ivasamt, um fleiri stovnar kunnu hava eitt felags dátuverndarfólk. Kravið um óheftni skal verða uppfylt fyri allar stovnar, sum deilast um eitt dátuverndarfólk. Ein óheftur stovnur kann ikki hava felags dátuverndarfólk við ein annan stovn.
Kommunur
Kommunur kunnu eisini tilnevna eitt felags dátuverndarfólk.
Ein kommuna vil í flestu førum vera dátuábyrgdari fyri alla viðgerð av persónupplýsingum, sum fer fram í kommununi. Kommunan kann tískil tilnevna eitt dátuverndarfólk fyri alla kommununa. Neyðugt er ikki, at kommunan tilnevnir eitt dátuverndarfólk fyri hvørja deild í kommununi.
Fyritøkur
Eitt samtak kann tilnevna eitt felags dátuverndarfólk fyri alt samtakið. Tað er tó eitt krav, at allar deildir í samtakinum hava eins lætt við at koma í samband við dátuverndarfólkið. Tað er eisini eitt krav, at tað er sett nokk av tíð og orku av, so at dátuverndarfólkið kann røkja uppgávur á nøktandi hátt.
Aðrir dátuábyrgdarar og dátuviðgerðar enn samtøk, kunnu eisini tilnevna eitt felags dátuverndarfólk. Ymisk samtøk ella samstørv kunnu tískil hava felags dátuverndarfólk. Í hesum sambandi kann t.d. ein ráðgevingarfyritøka virka sum dátuverndarfólk fyri fleiri dátuábyrgdarar.
Um ein ráðgevingarfyritøka skal vera dátuverndarfólk fyri fleiri fyritøkur samstundis, er tað eitt krav, at dátuverndarfólkið á ein nøktandi hátt kann loysa allar uppgávurnar sambært dátuverndarlógini, og at tað ikki hevur við sær áhugamálsstríð.
Uppgávurnar hjá dátuverndarfólkinum
Dátuverndarfólkið skal ráðgeva og hjálpa stovninum ella fyritøkuni at halda dátuverndarlógina.
Í dátuverndarlógini er ásett, at dátuverndarfólkið í minsta lagi skal:
- kunna og ráðgeva dátuábyrgdaran, dátuviðgeran og starvsfólk, sum viðgera persónupplýsingar um teirra skyldur sbrt. løgtingslógini,
- halda eyga við, at løgtingslógin, aðrar reglur o.a. um dátuvernd verða hildnar,
- ráðgeva, tá ið biðið verður um tað, um avleiðingargreiningina um dátuvernd og at halda eyga við, at hon verður gjørd í samsvari við reglurnar,
- samstarva við Dátueftirlitið, og
- virka sum samskiftisstað hjá Dátueftirlitinum í spurningum um viðgerð av persónupplýsingum.