Dátueftirlitið

Revsing

Um ein avgerð frá Dátueftirlitinum um t.d. at steðga viðgerð av persónupplýsingum ikki verður fylgd ella eitt brot á dátuverndarlógina er serliga álvarsamt, kann revsing koma uppá tal.

Í dátuverndarlógini er ásett, at um ikki hægri revsing er ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt ella fongsli í upp til 6 mánaðir, sum brýtur ávísar ásetingar í dátuverndarlógini.

Tað er ikki ein fortreyt, at øll brot skulu revsast við sekt (ella fongsul). Ítøkiligu viðurskiftini í einum máli kunnu sostatt tala fyri, at Dátueftirlitið í staðin fyri at melda málið til politiið gevur eina ávaring ella kravboð el.líkn.

Um Dátueftirlitið metir, at eitt brot á dátuverndarlógina er farið fram, kann Dátueftirlitið lata politinum málið. Í sambandi við, at málið verður latið politinum, gevur Dátueftirlitið tilmæli um, hvat sektarstøðið skal vera. Ákæruvaldið ger í síðsta enda av, um málið skal leggjast fyri Føroya Rætt.

Tað eru dómstólarnir – fyrst og fremst Føroya Rættur – sum í hvørjum einstøkum føri gera av, hvat sektin skal vera fyri brot á dátuverndarlógina.

Tað er tó við dátuverndarlógini lagt upp til, at sektarstøðið verður hækkað í mun til áður galdandi støði.

Í ítøkiligu metingini av, hvussu høg sektin skal vera, skal m.a. støddin á fyritøkuni og fyrimunirnir, sum eru fingnir við at bróta lógina, takast við. Tað er sostatt ikki endamálið við hækkaða sektarstøðinum, at sektirnar skulu gerast so høgar, at fyritøkur ikki hóra undan fíggjarliga um dátuverndarlógin verður brotin.

Tað er umráðandi, at reglurnar um dátuvernd verða tiknar í størsta álvara, og eitt passandi sektarstøðið er ein partur av hesum.

Fyrisitingarlig sektaruppskot

Um Dátueftirlitið metir, at eitt brot á dátuverndarlógina ella brot á reglur givnar við heimild í lógini, ikki kemur undir strangari revsing enn sekt, kann Dátueftirlitið við einum fyrisitingarligum sektaruppskoti boða frá, at málið kann avgerast uttan rættarmál.

Tað er ein treyt fyri at brúka fyrisitingarlig sektaruppskot, at tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at gjalda sektina sambært sektaruppskotinum innan nærri ásetta freist, sum kann leingjast.

Av rættartrygdarávum kunnu fyrisitingarlig sektaruppskot bara nýtast í heilt serligum førum. Tað er sostatt eitt krav, at málini eru egnað at avgreiða á henda hátt. Við hetta er at skilja, at talan skal vera um lógarbrot, sum eru av sama slagi, eru einføld og uttan próvlig ivamál.

Sum brot, sum eru at meta sum egnað, t.e. eru av sama slag, einføld og uttan próvligar ivaspurningar, kann t.d. vera óætlað almannakunngerð av persónupplýsingum á heimasíðum ella brot á reglurnar um kunningarskyldu.

Umframt, at fyrisitingarlig sektaruppskot einans kunnu nýtast í serligum førum, er tað eisini ein treyt, at tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at gjalda sektina.

Áðrenn Dátueftirlitið kann geva fyrisitingarlig sektaruppskot í málum, sum eru egnað, skal dómsvaldið hava lagt sektarstøðið fast. Hetta hevur við sær, at tey fyrstu málini um brot á tær einstøku greinarnar í dátuverndarlógini skulu leggjast fyri rættin, sum ger av, hvat sektarstøðið fyri brotini er.

Tað merkir, at Dátueftirlitið í fyrstu syftu skal melda brotini til politiið, og at ákæruvaldið síðan leggur málið fyri rættin. Tá sektarstøðið er lagt fast, kann Dátueftirlitið nýta hetta støðið at geva fyrisitingarlig sektaruppskot fyri somu brot.

Frádøming av vinnurætti

Sambært dátuverndarlógini kann tann, sum rekur ella fæst við rættarkunningarskipanir, sbrt. § 19, og privatir dátuviðgerar, sum goyma persónupplýsingar, við dómi fyri revsiverd viðurskifti frádømast rættin hesum viðvíkjandi, um nærliggjandi vandi er fyri misbrúki. Í hesum sambandi eru § 79, stk. 3 og 4 í revsilógini galdandi.