Gransking
Tá persónupplýsingar skulu viðgerast í sambandi við vísindaligar kanningar (gransking), er tað sera umráðandi, at upplýsingarnar verða viðgjørdar á ein tryggan hátt.
Tað eru grundleggjandi tveir ymiskir hættir at gera vísindaligar kanningar grundaðar á persónupplýsingar, og mannagongdirnar eru tí ymiskar. Talan er um gransking, sum er grundað á samtykki og gransking, sum er grundað á skráir. Gransking grundað á samtykki kann t.d. vera samrøður við fólk og spurnabløð, og gransking grundað á skráir kann t.d. vera gransking í krabbameinsskránni.
Á hesi síðu ber til at lesa nærri um tey yvirskipaðu viðurskifti, sum eru umráðandi at fáa greiðu á, áðrenn ein fer undir at gera eina vísindaliga kanning.
Dátueftirlitið hevur harumframt gjørt eina vegleiðing um viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál. Vegleiðingin er at finna her.
Skulu persónupplýsingar viðgerast?
Fyrst av øllum er tað umráðandi at taka støðu til, um persónupplýsingar skulu viðgerast ella ikki. Í hesum sambandi eigur dátuábyrgdarin at taka støðu til, um tað er neyðugt at viðgera persónupplýsingar fyri at røkka endamálinum við kanningini. Um endamálið við kanningini kann røkkast á annan hátt, eigur dátuábyrgdarin ikki at viðgera persónupplýsingar.
Um persónupplýsingar skulu viðgerast í kanningini, er dátuverndarlógin galdandi.
Les meira um, hvat hugtakið persónupplýsingar fevnir um her.
Eru persónupplýsingarnar vanligar ella viðkvæmar?
Er neyðugt at viðgera persónupplýsingar fyri, at endamálið við kanningini kann røkkast, eigur dátuábyrgdarin at fáa greiðu á, hvørjum upplýsingum brúk er fyri.
Treytirnar fyri at viðgera viðkvæmar persónupplýsingar eru strangari enn treytirnar fyri at viðgera vanligar upplýsingar. Viðkvomu upplýsingarnar hava sostatt eina serliga verju.
Viðkvæmar persónupplýsingar eru upplýsingar um húðarlit, ættarslag ella etniskan uppruna, politiska, átrúnaðarliga ella heimspekiliga sannføring ella yrkisfelagsligt tilknýti, ílegudátur, biometriskar dátur, heilsuupplýsingar, upplýsingar um kynslig viðurskifti, revsiverd viðurskifti ella upplýsingar um munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
Hvat er endamálið við viðgerðini og hvørjum upplýsingum er brúk fyri?
Ein av meginreglunum fyri viðgerð av persónupplýsingum er, at dátuábyrgdarin ikki eigur at viðgera fleiri upplýsingar enn neyðugt (dátuminimering).
M.a. av hesi orsøk er tað sera týdningarmikið, at tað er púra greitt, hvat endamálið við viðgerðini av persónupplýsingum er, og at tað einans eru tær upplýsingar, sum brúk eru fyri, sum verða viðgjørdar.
Er heimild fyri viðgerðini?
Tá persónupplýsingar skulu viðgerast, skal heimild verða fyri viðgerðini. Er neyðugt at viðgera persónupplýsingar fyri at røkka endamálinum við kanningini, skal dátuábyrgdarin tryggja sær, at heimild er fyri viðgerðini.
Heimild til viðgerð av persónupplýsingum í sambandi við vísindaligar kanningar er oftast:
- § 8, stk. 1, nr. 1 (samtykki – vanligar persónupplýsingar)
- § 8, stk. 1, nr. 5 (samfelagsáhugamál)
- § 8, stk. 1, nr. 6 (heimilað áhugamál – bara galdandi fyri privatar dátuábyrgdarar)
- § 12, stk. 1, nr. 1 (nágreiniligt samtykki – viðkvæmar persónupplýsingar)
- § 18 (viðgerð til vísindalig endamál – viðkvæmar persónupplýsingar)
Tað er ein ítøkilig meting í hvørjum einstøkum føri, hvør viðgerarheimild er viðkomandi.
Serligt fyri lesandi á útbúgvingarstovnum
Ofta viðgera lesandi á útbúgvingarstovnum persónupplýsingar. Útbúgvingarstovnar eiga tí at gera sínum næmingum greitt, at tað eru serligar reglur galdandi, um næmingurin vil gera eina uppgávu, sum krevur viðgerð av persónupplýsingum.
Í útgangsstøðinum er tað so, at um ein næmingur, sum lið í síni útbúgving, ger eina kanning, sum hevur við sær, at viðkomandi skal savna persónupplýsingar, so eigur hetta at verða eftir avtalu við útbúgvingarstovnin.
Útbúgvingarstovnurin er tá – saman við næminginum – dátuábyrgdari.
Hetta merkir m.a., at útbúgvingarstovnar eiga at vita, hvørjar kanningar næmingar gera og tryggja sær, at hetta verður gjørt á ein skilagóðan hátt og í samsvari við dátuverndarlógina. Útbúgvingarstovnurin kann t.d. hava greiðar mannagongdir, sum allir næmingar eiga at fylgja, um kanningar verðar gjørdar.