Kommunur
Kommunur viðgera upplýsingar um borgarar í kommununi fyri at loysa ymsar uppgávur, sum kommunurnar vara av. Oftast er viðgerð, sum fer fram í kommunum, grundað á eina lógarfesta skyldu at loysa ávísa uppgávu ella – um uppgávan ikki er lógarfest – er hetta partur av at útinna myndugleika, sum so ella so er álagdur kommununi.
Kommunurnar eru partur av almennu fyrisitingini og skulu tí – umframt at fylgja reglunum í dátuverndarlógini – eisini fylgja vanligum reglum, sum eru galdandi fyri almennar myndugleikar, undir hesum fyrisitingarlógina.
Yvirlit
Kommunur eru fevndar av kravinum um, at allir almennir stovnar skulu hava yvirlit yvir viðgerðir. Les meira um yvirlit um viðgerðir her.
Dátuverndarfólk
Kommunur eru fevndar av kravinum um, at allir almennir stovnar skulu tilnevna dátuverndarfólk. Les meira um dátuverndarfólk her.
Aðrar skyldur
Sum dátuábyrgdari hava kommunur somu skyldur, sum aðrir dátuábyrgdarar og skulu m.a. tryggja, at trygdin í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum er hóskandi. Les meira um skyldurnar hjá dátuábyrgdarum her.