Dátueftirlitið

Eldraøkið

Eldraøkið er eins og aðrir partar av kommunalu umsitingini fevnt av dátuverndarlógini. Hetta merkir, at viðgerð av persónupplýsingum á eldraøkinum, t.d. kommunalum ellisheimum, røktarheimum o.s.fr., skal lúka reglurnar í dátuverndarlógini.

Tað er umráðandi at leggja til merkis, at hetta ikki hevur við sær, at viðgerð av persónupplýsingum á eldraøkinum ikki kann fara fram. Tó er umráðandi at hava fyri eyga, at viðgerðin hevur eitt sakligt endamál og ikki fer longur enn neyðugt.

Er upplýsing um bústað á bústovni ein viðkvom upplýsing?

Er upplýsing um bústað á bústovni ein viðkvom upplýsing?

Upplýsingin um, hvar ein persónur býr, er ein persónupplýsing um viðkomandi. Upplýsing um bústað er ein vanlig upplýsing.

Um tað er so, at upplýsingin um bústað hevur við sær, at tað ber til at siga nakað um heilsustøðuna hjá viðkomandi persóni, kann talan vera um eina viðkvæma upplýsing.

Tað merkir t.d., at um ein persónur býr á einum heimi fyri fólk, sum hava Alzheimers, avdúkar upplýsingin um bústað, at viðkomandi hevur eina ávísa sjúku. Bústaðurin verður tá ein upplýsing um heilsustøðu, sum er ein viðkvom upplýsing.

Viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum

Viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum

Tá viðgerð av persónupplýsingum fer fram á eldraøkinum, er umráðandi at geva sær far um, at talan ofta kann vera um viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum, oftast heilsuupplýsingar.

Viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum krevur serligt varsemi.

Eins og viðgerð av vanligum upplýsingum skulu meginreglurnar fyri viðgerð av persónupplýsingum fylgjast, tá viðkvæmar persónupplýsingar skulu viðgerast.

Les meira um meginreglurnar fyri viðgerð av persónupplýsingum her.

Umframt at fylgja meginreglunum skal heimild vera fyri viðgerðini.

Tá viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum fer fram á eldraøkinum, er hetta ofta tí, at viðgerðin er heimilað í lóg. Tað merkir, at tað í lóggávu eru álagdar uppgávur av ymsum slag, sum hava við sær, at persónupplýsingar skulu viðgerast.

Viðgerð, sum ikki beinleiðis er heimilað í lóg, kann fara fram grundað á aðra viðgerðarheimild.

Les meira um viðgerðarheimildir, tá viðkvæmar persónupplýsingar skulu viðgerast her.

Viðgerð av viðkvomum persónupplýsingum, sum er neyðug fyri at tryggja, at borgarin fær røttu tænastuna el.tíl. er aloftast í samsvari við dátuverndarlógina.

Tað er umráðandi at ansa eftir, at óviðkomandi ikki fáa atgongd til upplýsingarnar. Orsøkin er m.a., at viðgerð, sum í útgangsstøðinum er saklig, kann vera í ósamsvari við dátuverndarlógina, um ov nógv fáa atgongd til upplýsingarnar.

Tað kann t.d. vera sakligt og neyðugt at skriva niður nær og hvønn heilivág, ein eldri borgari á einum røktarheimi hevur fingið. Hinvegin er tað ikki sakligt ella neyðugt, at hesar upplýsingar vera atkomiligar fyri øll á røktarheiminum, t.e. starvsfólk, búfólk og gestir, á eini talvu á (almennu) gongini.