Dátueftirlitið

Skyldur í dátuverndarlógini

Dátuverndarlógin hevur skyldur við sær fyri tann, sum viðger persónupplýsingar. Fyri at gera av, um skyldurnar eru galdandi, er umráðandi at vita, hvønn leiklut ein hevur í mun til viðgerðina av persónupplýsingum, sum fer fram.

Dátuverndarlógin skilur ímillum dátuábyrgdarar og dátuviðgerar.

Ein dátuábyrgdari er ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki o.a., sum ger av, til hvørji endamál persónupplýsingar kunnu viðgerast (endamálið), og hvussu persónupplýsingar kunnu viðgerast (hjálpitólini), undir hesum hvør kann viðgera persónupplýsingarnar.

Ein dátuviðgeri er ein likamligur ella løgfrøðiligur persónur, almennur myndugleiki o.a., sum viðger persónupplýsingar fyri dátuábyrgdaran. Dátuviðgerin ger hvørki av, hvussu ella til hvørji endamál persónupplýsingarnar viðgerast.

Í sambandi við eina ítøkiliga viðgerð er tað tí umráðandi at gera av, hvør tað er, sum ásetur endamálið við viðgerðini og hvussu persónupplýsingarnar skulu viðgerast. Um ein dátuviðgeri viðger persónupplýsingar fyri ein dátuábyrgdara, skal ein dátuviðgeraravtala vera ímillum partarnar.

Les meira

Les meira um dátuábyrgdarar og dátuviðgerar í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum. Eisini ber til at taka eina standard dátuviðgeraravtalu niður. Vegleiðingin um dátuábyrgdarar og dátuviðgerar og standard dátuviðgeraravtalan, umframt aðrar vegleiðingar og skabelónir eru tøkar her.