Dátueftirlitið

Trygdarbrot

Hvat er eitt trygdarbrot?

Eitt trygdarbrot er eitt brot á trygdina, sum førir við sær, at persónupplýsingar av tilvild ella ólógliga verða burturbeindar, burturmistar, broyttar, óheimilað givnar víðari ella at atgongd verður givin til persónupplýsingar, sum eru sendar, goymdar ella á annan hátt viðgjørdar.

Sløg av trygdarbrotum

Eitt trygdarbrot kann henda, tá KT-útgerð ikki er nøktandi tryggjað, sum ger, at óviðkomandi fáa atgongd til upplýsingar (t.d. um onkur brýtur inná KT-skipanina). Eitt trygdarbrot kann eisini henda, tá dátuábyrgdarin sjálvur viðger persónsupplýsingarnar, t.d. um dátuábyrgdarin uttan heimild víðarigevur upplýsingar ella broytir upplýsingar.

Onnur dømi um trygdarbrot:

  • Starvsfólk hjá dátuábyrgdaranum broytir ella strikar persónupplýsingarnar av misgáum
  • Starvsfólk hjá dátuábyrgdaranum gevur við vilja ella av óvart persónupplýsingar um ein kunda víðari til ein annan kunda
  • Servarin hjá dátuábyrgdaranum verður álopin av teldusníki, sum fær atgongd til persónupplýsingar
  • Eitt brot á servaranum ger, at óviðkomandi fáa atgongd til persónsupplýsingar, t.d. kundaskrá, upplýsingar um P-tøl, kreditupplýsingar ella líknandi.
  • Manglandi brongling á heimasíðuni ger, at óviðkomandi fáa beinleiðis atgongd til persónsupplýsingar hjá kundunum.

Møguligar avleiðingar av einum trygdarbroti

Um eitt trygdarbrot ikki verður handfarið stundisliga og á ein hóskandi hátt, er vandi fyri, at brotið skaðar skrásetta.

Dømi um skaða fyri skrásetta eru:

  • Fysiskur, materiellur ella immateriellur skaði
  • Skrásetti missir ræði á persónupplýsingum
  • Mist rættindi
  • Missmunur
  • Skaði á umdømi
  • Samleikastuldur ella svik
  • Fíggjarligur missur
  • Miss av trúnaði á upplýsingum, sum eru fevndar av tagnarskyldu
  • Aðrar munandi økonomiskar ella sosialar avleiðingar

Les meira

Dátueftirlitið hevur gjørt eina vegleiðing um trygdarbrot. Vegleiðingin er at finna her.