Dátueftirlitið

Fráboðan til Dátueftirlitið

Á hesi síðu ber til at lesa um, hvørji trygdarbrot skulu fráboðast til Dátueftirlitið, nær hetta skal gerast, og hvør hevur skyldu at fráboða trygdarbrot til Dátueftirlitið.

Um eitt trygdarbrot skal fráboðast Dátueftirlitinum, skal skjalið "Fráboðan um trygdarbrot" útfyllast og sendast Dátueftirlitinum við telduposti á dat@dat.fo. Skjalið er at finna her.

Hvørji trygdarbrot skulu fráboðast Dátueftirlitinum? 

Hvørji trygdarbrot skulu fráboðast Dátueftirlitinum?

Í útgangsstøðinum skulu øll trygdarbrot fráboðast Dátueftirlitinum.

Hetta er tó ikki galdandi, um tað er ósannlíkt, at brotið hevur við sær nakrar avleiðingar við sær fyri tann skrásetta.

So skjótt dátuábyrgdarin blívur varugur við trygdarbrotið, skal hann beinanvegin ítøkiliga meta um, um líkindi eru fyri, at brotið hevur nakrar avleiðingar við sær fyri skrásetta.

Viðurskifti, sum altíð skulu vera ein partur av metingini hjá dátuábyrgdaranum av, um trygdarbrotið hevur við sær avleiðingar fyri skrásetta eru:

  • Slag av trygdarbroti, undir hesum um upplýsingar eru burtur, um talan er um brot á trúnað ella rættindi
  • Slag av upplýsingum og vavi
  • Vandin fyri, at tann skrásetti kann eyðmerkjast
  • Hvørjar avleiðingar brotið kann hava fyri tann skrásetta
  • Um brotið fevnir um børn ella fólk, sum eru serliga útsett
  • Tal av persónum, sum eru rakt av trygdarbrotinum

Tað ber til at lesa nærri um metingina sum dátuábyrgdarin skal gera av, um trygdarbrotið hevur við sær avleiðingar fyri skrásetta í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum um trygdarbrot. Vegleiðingin er at finna her.

Tíðspunkt fyri fráboðan

Tíðspunkt fyri fráboðan

Um tað er sannlíkt, at trygdarbrotið hevur ein váða við sær fyri rættindi hjá skrásetta, skal dátuábyrgdarin fráboða trygdarbrotið til Dátueftirlitið uttan óneyðugt drál og um gjørligt innan 72 tímar eftir, at dátuábyrgdarin er vorðin kunnugur við brotið.

Verður trygdarbrotið ikki fráboðað innan 72 tímar, skal ein grundgeving fyri hesum fylgja við.

Kunnugur við brotið

Dátuábyrgdarin hevur skyldu til at fráboða trygdarbrotið til Dátueftirlitið, tá dátuábyrgdarin er vorðin kunnugur við, at eitt trygdarbrot er farið fram.

Hevur dátuábyrgdarin einans ein illgruna um, at eitt trygdarbrot er farið fram, hevur hann ikki skyldu at fráboða tað til Dátueftirlitið.

Um dátuábyrgdarin hevur illgruna um brot, eigur dátuábyrgdarin altíð at kanna málið nærri. Ein illgruni um trygdarbrot kann eisini vera eitt gott høvi til at kanna, um trygdin rundan um viðgerðina av persónsupplýsingum er hóskandi.

Uttan óneyðugt drál og innan 72 tímar um møguligt

Fráboðanin um trygdarbrot skal latast Dátueftirlitinum uttan óneyðugt drál og um møguligt innan 72 tímar eftir at brotið er farið fram.

Dátuábyrgdarin hevur skyldu til at fráboða trygdarbrotið til Dátueftirlitið uttan óneyðugt drál. Hevur dátuábyrgdarin møguleika fyri at fráboða trygdarbrotið 3 tímar eftir at brotið er hent, er ongin orsøk til at bíða í 72 tímar við at fráboða trygdarbrotið.

Tá Dátueftirlitið skal meta, um fráboðanin er komin fram uttan óneyðugt drál verður atlit serliga tikið til slagið og álvaran av trygdarbrotinum og hvørja avleiðing og skaða brotið kann hava fyri skrásetta.

Í tíðarfreistini á 72 tímar verða allir klokkutímar taldir við – eisini um dátuábyrgdarin er blivin varugur við brotið uttan fyri vanliga skrivstovutíð, í vikuskiftinum ella ein heilidag.

Um dátuábyrgdarin ikki fráboðar brotið innan 72 tímar, skal dátuábyrgdarin grundgeva fyri orsøkunum, sum gjørdu, at tað ikki var møguligt at fráboða brotið innan 72 tímar. Grundgevingin skal fylgja við fráboðanini.

Dátuábyrgdarin hevur eisini møguleika fyri at lata upplýsingar um brotið so líðandi til Dátueftirlitið.

Hvør skal boða Dátueftirlitinum frá?

Hvør skal boða Dátueftirlitinum frá?

Tað er dátuábyrgdarin, sum hevur ábyrgdina av, at trygdarbrotið verður fráboðað til Dátueftirlitið.

Dátuábyrgdarin eigur at velja eitt ella fleiri starvsfólk í fyritøkuni, sum hava heimild til at fráboða trygdarbrotið til Dátueftirlitið vegna dátuábyrgdaran. Hetta kann t.d. vera tann persónurin í fyritøkuni, sum handfer trygdarbrotið.

Ein dátuviðgeri kann eisini fráboða trygdarbrotið til Dátueftirlitið vegna dátuábyrgdaran. Hetta er tó treytað av, at dátuviðgerin hevur fingið fullmakt frá dátuábyrgdaranum, og at hetta framgongur av dátuviðgeraravtaluni, sum er millum partarnar.

Sjálvt um dátuábyrgdarin hevur givið dátuviðgeranum fullmakt til at fráboða trygdarbrotið til Dátueftirlitið, er tað dátuábyrgdarin, sum hevur endaligu ábyrgdina av, at brotið verður fráboðað Dátueftirlitinum, og at hetta verður gjørt rættstundis.

Hvørjar skyldur hevur dátuviðgerin?

Hvørjar skyldur hevur dátuviðgerin?

Verður dátuviðgerin varugur við, at eitt trygdarbrot er hent, hevur dátuviðgerin skyldu til at kunna dátuábyrgdaran um hetta uttan óneyðugt drál.

Talan er um eina treytaleysa skyldu at boða dátuábyrgdaranum frá øllum trygdarbrotinum. Dátuviðgerin kann ikki smoyggja sær undan at boða dátuábyrgdaranum frá, um dátuviðgerin sjálvur metir, at tað er ósannlíkt, at brotið hevur við sær avleiðingar fyri skrásetta. Dátuviðgerin eigur eisini at boða dátuábyrgdaranum frá, sjálvt um dátuviðgerin heldur, at dátuábyrgdarin longu kennir til trygdarbrotið.

Dátuviðgerin skal kunna dátuábyrgdaran um trygdarbrotið uttan óneyðugt drál. Tað er tó ikki nøkur ítøkilig tíðarfreist fyri nær dátuviðgerin skal kunna dátuábyrgdaran.

Um dátuviðgerin er dátuviðgeri fyri fleiri dátuábyrgdarar, sum allir eru fevndir av trygdarbrotinum, skal dátuviðgerin boða øllum dátuábyrgdarunum frá hesum einsæris.

Í dátuviðgeraravtaluni millum dátuábyrgdaran og dátuviðgeran skal tað vera ásett, at dátuviðgerin skal hjálpa dátuábyrgdaranum at tryggja, at t.d. skyldan at fráboða trygdarbrot til Dátueftirlitið, verður hildin.

Hvørjum upplýsingum hevur Dátueftirlitið brúk fyri?

Hvørjum upplýsingum hevur Dátueftirlitið brúk fyri?

Ein fráboðan til Dátueftirlitið um trygdarbrot skal í minsta lagi innihalda:

  • Lýsing av slagi av trygdarbroti, her undir so vítt møguligt sløgini og umleið hvussu nógv skrásett hetta fevnir um og eisini sløgini og umleið hvussu nógvar skrásetingar av persónupplýsingum talan er um
  • Navn og samskiftisupplýsingar hja dátuverndarfólkinum ella øðrum sambindingarliði, har fleiri upplýsingar kunnu fáast til vega
  • Frágreiðing um sannlíkar avleiðingar av trygdarbrotinum
  • Frágreiðing um tey tiltøk, sum dátuábyrgdarin hevur sett í verk ella mælir til fyri at handfara brotið og, um tað er viðkomandi, tiltøk sum skulu avmarka møguligar skaðar av brotinum

Upplýsingarnar, sum eru nevndar omanfyri, skulu geva Dátueftirlitinum møguleika at meta um, um trygdarbrotið er handfarið á ein nøktandi hátt. Dátueftirlitið kann brúka upplýsingarnar til at meta um, um tey skrásettu skulu kunnast um trygdarbrotið, hevur dátuábyrgdarin ikki longu gjørt tað. Dátueftirlitið kann eisini brúka upplýsingarnar til at meta um, um eftirlitið skal brúka heimildirnar í dátuverndarlógini til at avmarka ella steðga viðgerð av persónsupplýsingum.

Dátuábyrgdarin kann gott geva Dátueftirlitinum fleiri upplýsingar, um dátuábyrgdarin metir tað vera gagnligt. Á sama hátt kann Dátueftirlitið eisini krevja fleiri upplýsingar frá dátuábyrgdaranum, um hetta verður mett at vera neyðugt í sambandi við viðgerðina av fráboðanini.

Hevur dátuábyrgdarin ikki møguleika fyri at koma við øllum upplýsingunum innan 72 tímar, eigur dátuábyrgdarin at geva Dátueftirlitinum so nógvar av upplýsingunum sum gjørligt, og síðan lata restina av teimum neyðugu upplýsingunum í stigum og uttan óneyðugt drál.

Kravið er, at dátuábyrgdarin skal lata Dátueftirlitinum so nógvar upplýsingar sum gjørligt, tá dátuábyrgdarin fráboðar. Dátuábyrgdarin skal tí ikki halda viðkomandi upplýsingar aftur við tí fyri eyga at lata Dátueftirlitinum allar upplýsingarnar samlaðar seinni.

Nær er ikki neyðugt at fráboða?

Nær er ikki neyðugt at fráboða?

Eitt trygdarbrot skal ikki fráboðast Dátueftirlitinum, um tað er ósannlíkt, at brotið hevur við sær avleiðingar fyri tann skrásetta.

At dátuábyrgdarin kemur fram til, at trygdarbrotið ikki hevur nakra ávirkan á tey skrásettu, sum eru rakt av brotinum, kann t.d. vera orsakað av teimum trygdartiltøkum, sum dátuábyrgdarin hevur sett í verk.

Dátuábyrgdarin hevur próvbyrðuna fyri, at tað eru umstøður sum gera, at tað er ósannlíkt, at trygdarbrotið hevur nakra avleiðing fyri tey skrásettu, sum eru rakt av brotinum.

Um dátuábyrgdarin hevur handlað skjótt, tá hann varnaðist trygdarbrotið, og ongar persónupplýsingar blivu avdúkaðar, kann dátuábyrgdarin eisini koma fram til, at trygdarbrotið ongar avleiðingar hevur við sær fyri skrásetta.

Á sama hátt kann hugsast, at eitt trygdarbrot, sum hevur viðført, at persónupplýsingar eru strikaðar ella broyttar, ikki hevur nakrar avleiðingar fyri skrásetta, um dátuábyrgdarin hevur tikið backup av skipanini, sum ger tað møguligt at endurskapa persónupplýsingarnar.

Verður dátuábyrgdarin raktur av streymsliti, og atgongd tí ikki er til kundaupplýsingarnar, skal trygdarbrotið heldur ikki fráboðast Dátueftirlitinum, treytað av, at tann manglandi atgongdin ikki hevur við sær nakrar avleiðingar fyri kundarnar.

Tað er tann samlaða váðamyndin, sum er avgerandi fyri, um trygdarbrotið skal fráboðast Dátueftirlitinum.