Kunning til skrásetta
Á hesi síðu ber til at lesa nærri um, hvørji trygdarbrot skrásetti skal kunnast um, nær hetta skal gerast, og hvørjar upplýsingar viðkomandi skal hava.
Trygdarbrot kunnu hava stórar avleiðingar fyri skrásetta. Endamálið við at kunna skrásetta um trygdarbrotið er at geva skrásetta møguleika fyri at taka neyðug stig og fyrivarni.
Hvørji trygdarbrot skal skrásetti kunnast um?
Hevur trygdarbrotið við sær stóran váða fyri rættindi hjá skrásetta, skal dátuábyrgdarin uttan óneyðugt drál boða skrásetta frá brotinum.
Endamálið við at boða skrásetta frá trygdarbrotinum er m.a. at geva skrásetta møguleika at taka neyðug stig, fyrivarni og møguliga seta tiltøk í verk.
Jú meira álvarsom avleiðingin av brotinum kann vera, jú størri er váðin fyri tey skrásettu, sum eru fevnd av brotinum.
Dátuábyrgdarin eigur at taka allar møguligar avleiðingar og negativar ávirkanir trygdarbrotið kann hava fyri skrásetta við í metingini. Hetta umfatar eisini avleiddar avleiðingar fyri skrásetta.
Tíðspunkt fyri kunningina
Dátuábyrgdarin skal kunna skrásetta uttan óneyðugt drál eftir at trygdarbrotið er staðfest.
Kravið um, at skrásetti skal kunnast uttan óneyðugt drál hongur saman við endamálinum við kunningini, sum er at geva skrásetta møguleika fyri at taka neyðug stig og fyrivarni.
Fyri at minka um váðan fyri skrásetta kann tað í ávísum førum vera neyðugt at kunna skrásetta beinanvegin. Hinvegin kann tað í øðrum førum vera størri tørvur á at seta hóskandi tiltøk í verk fyri at steðga trygdarbrotinum og tað kann grundgeva fyri, at tað tekur longri tíð at kunna skrásetta.
Hvørjar upplýsingar skal skrásetti hava?
Í kunningini til skrásetta skal greiðast frá trygdarbrotinum. Kunningin skal í minsta lagi innihalda:
- Navn og samskiftisupplýsingar hjá dátuverndarfólkinum ella øðrum sambindingarliði, har fleiri upplýsingar kunnu fáast til vega.
- Lýsing av sannlíkum avleiðingum av trygdarbrotinum
- Lýsing av teimum tiltøkum, sum dátuábyrgdarin hevur sett í verk ella mælir til, fyri at handfara trygdarbrotið og fyri at minka um møguligar skaðar av trygdarbrotinum.
Dátuábyrgdarin kann geva skrásetta fleiri upplýsingar um trygdarbrotið, so leingi sum kunningin er løtt og greið at skilja fyri skrásetta.
Um tað hevur týdning, eigur dátuábyrgdarin eisini at geva skrásetta ítøkilig ráð um, hvussu skrásetti kann verja seg ímóti møguligum negativum avleiðingum av trygdarbrotinum. Hetta kann t.d. vera at broyta loyniorðið, um eitt loyniorð er almannakunngjørt.
Dátuábyrgdarin kann ikki krevja gjald frá skrásetta fyri kunningina ella fyri tey tiltøk, sum dátuábyrgdarin hevur tikið fyri at verja rættindi hjá skrásetta.
Hvussu skal tann skrásetti kunnast?
Hvussu skrásetti verður kunnaður, skal metast í mun til trygdarbrotið.
Dátuábyrgdarin skal kunna skrásetta beinleiðis, t.d. við telduposti, brævi, sms ella líknandi. Ein kunning sum er avmarkað til eitt tíðindabræv ella eitt uppslag á einum bloggi ella heimasíðuna hjá fyritøkuni, er vanliga ikki nøktandi.
Hvør kann kunna tey skrásettu?
Tað er dátuábyrgdarin, sum hevur ábyrgdina av at kunna tey skrásettu, sum eru rakt av trygdarbrotinum.
Dátuábyrgdarin kann tó biðja ein dátuviðgera ella ein triðjamann um at kunna tey skrásettu.
Sjálvt um dátuábyrgdarin hevur givið einum dátuviðgera ella triðjamanni fullmakt at kunna skrásetta, hevur dátuábyrgdarin endaligu ábyrgdina.
Nær er ikki neyðugt at kunna skrásetta?
Er niðurstøðan, at brotið ikki hevur ein stóran váða við sær fyri skrásetta, er ikki neyðugt at kunna skrásetta.
Skuldi málið enda hjá Dátueftirlitinum, skal dátuábyrgdarin kunna grundgeva fyri, hví tað ikki var neyðugt at kunna skrásetta.
Dátuábyrgdarin hevur sett í verk hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk
Er niðurstøðan, at tað er væntandi, at trygdarbrotið hevur við sær ein stóran váða fyri skrásetta, er útgangsstøði, at skrásetti skal kunnast.
Tað er tó ikki neyðugt at kunna skrásetta, um dátuábyrgdarin hevur sett hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at verja persónupplýsingarnar, sum trygdarbrotið fevnir um, og tiltøkini gera, at persónupplýsingarnar eru óskiljandi fyri tann, sum hevur fingið atgongd til upplýsingarnar.
Tann stóri váðin fyri skrásetta er ikki longur til staðar
Hevur dátuábyrgdarin eftirfylgjandi sett tiltøk í verk, sum tryggja, at tann stóri váðin fyri skrásetta ikki longur er til staðar, er tað ikki neyðugt at kunna skrásetta um trygdarbrotið.
Krevur eitt ósamsvarandi arbeiði
Um tað krevur eitt ósamsvarandi arbeiði skal dátuábyrgdarin ikki kunna hvønn einstakan, sum er skrásettur.
Dátuábyrgdarin skal meta um týdningin av, at skrásetti verður kunnaður, og orkuna, sum dátuábyrgdarin skal leggja, fyri at kunna skrásetta.
Nær kunningin til skrásetta er ósamsvarandi trupul ella beinleiðis ómøgulig, skal avgerast í hvørjum einstøkum føri.
Kunning eftir kravi frá Dátueftirlitinum
Hevur dátuábyrgdarin ikki kunnað skrásetta um trygdarbrotið, kann Dátueftirlitið krevja, at dátuábyrgdarin kunnar skrásetta.
Støðan kann t.d. taka seg upp í sambandi við eina fráboðan um trygdarbrot til Dátueftirlitið, har dátuábyrgdarin hevur grundgivið fyri, hví kunning til skrásetta er frávald. Um Dátueftirlitið kemur fram til, at grundgevingin hjá dátuábyrgdaranum ikki er haldbar, kann eftirlitið áleggja dátuábyrgdaranum at kunna skrásetta.
Um dátuábyrgdarin ikki heldur reglurnar um kunning til skrásetta, kann Dátueftirlitið nýta sínar heimildir, t.d. at geva dátuábyrgdaranum átalu ella kravboð. Í serligum førum kann revsing eisini vera viðkomandi.