Dátueftirlitið

Kennifílur

Nógvar heimasíður brúka kennifílur/farspor (cookies). Við hesi tøkni er møguligt at savna inn og greina upplýsingar um tey vitjandi á eini heimasíðu. Tann vitjandi kann við hesum fáa eina betri brúkarauppliving og meiri miðvísa tænastu. Tað verður eisini gjørligt at fremja málsøkna marknaðarførðslu í mun til atferðina hjá tí vitjandi.

Tá kennifílur savna inn upplýsingar um tey vitjandi, t.d. hvar á eini síðu ein persónur ferðast, er talan um viðgerð av persónupplýsingum. Tað hevur við sær, at dátuverndarlógin er galdandi.

Tað er dátuábyrgdarin, t.e. fyritøkan ella stovnurin, sum brúkar kennifílur, ið skal tryggja at valda loysnin er í samsvari við dátuverndarlógina.

Tá kennifílur verður nýttur á heimasíðum fyri at greina upplýsingar um tey vitjandi, skal grundarlag verða fyri hesi viðgerð. Hetta grundarlagið er samtykki frá tí, sum vitjar heimasíðuna. Dátuverndarlógin ásetur treytir til slíkt samtykki. Treytirnar eru:

  • Samtykki skal vera sjálvboðið
  • Samtykki skal vera nágreiniligt
  • Samtykki skal vera kunnað
  • Samtykki skal vera eitt greitt viljaboð
  • Atgongd skal vera at nokta og at taka samtykkið aftur

Fyri at tryggja, at samtykki lýkur hesi krøv, skal dátuábyrgdarin kunna tann vitjandi á heimasíðuni, sum skal geva samtykki. Dátuábyrgdarin ger sjálvur av, hvussu kunningin skal síggja út, og hvussu hóskandi er at kunna tey skrásettu.

Um tað einans eru neyðugar kennifílur, sum verða nýttar, t.e. kennifílur, sum tryggja, at heimasíðan riggar, er ikki neyðugt, at tann vitjandi gevur samtykki. Tann vitjandi skal tó hava kunning um, at heimasíðan nýtir kennifílar til hetta endamál.

Í løtuni eru ikki aðrar serligar reglur í Føroyum um kennifílur enn dátuverndarlógin, soleiðis sum tað er í londunum rundan um okkum, t.d. í Danmark.

Les meira

Les meira í vegleiðingunum um samtykki og um vitjandi á heimasíðum. Vegleiðingarnar eru tøkar her.

Samtykki til kennifílur við dømum

Samtykki til kennifílur við dømum

Sjálvboðið samtykki

Eitt samtykki skal vera sjálvboðið. Hendan treyt tryggjar gjøgnumskygni. Talan skal vera um eitt veruligt og frítt val.

Ein brúkarin skal ikki vera "leiddur" til at taka eitt ávíst val. Í døminum ber ikki til at sleppa undan at samtykkja, og tí er treytin um sjálvboðið samtykki ikki lokin.

Nágreiniligt samtykki

Eitt samtykki skal vera nágreiniligt, og tað merkir, at samtykki skal vera neyvt og avmarkað.

Ein fyritøka kann skriva soleiðis, tá fyritøkan skal hava samtykki frá teimum vitjandi á heimasíðuni:

Í hesum føri er tað ógreitt fyri tey vitjandi á heimasíðuni, hvørji ítøkiligu endamálini við viðgerðini eru. Hetta er tí ikki nóg nágreiniligt.

Kunnað samtykki

Skrásetti skal vita, hvat samtykki fevnir um.

Her er greitt fyri skrásetta, hvørjar upplýsingar verða savnaðar, og hvat tær skulu brúkast til. Listi er yvir virki sum móttaka upplýsingar. Eisini er skrásetti kunnaður um, at samtykkið kann takast aftur.

Greið viljaboð

Eitt samtykki skal vera eini greið viljaboð frá skrásetta. Hetta merkir, at talan skal vera um eina aktiva handling ella fráboðan. Tað kann t.d. gerast við at seta ein kross ella trýsta á ein knøtt.

Atgongd at nokta samtykki og at taka tað aftur

Tað skal vera eins lætt geva eitt samtykki, sum at nokta einum samtykki.

Eitt samtykki fyrnast ikki. Dátuábyrgdarin skal tó tryggja, at skrásetti altíð kann taka samtykki aftur eins lætt og samtykki var givið.

Les meira

Les meira um vitjandi á heimasíðum í vegleiðingini hjá Dátueftirlitinum. Vegleiðingin er tøk her.