Dátueftirlitið

Nýtsla av cloudloysnum

Tá cloudloysnir verða nýttar, eru serliga hesi viðurskifti, sum ein skal verða serliga varugur við:

  1. Flutningur av persónupplýsingum úr Føroyum
  2. Dátuviðgeri og dátuviðgeraravtala
  3. Trygd í samband við viðgerðina av persónupplýsingum

Flutningur av persónupplýsingum úr Føroyum

Tá cloudloysnir verða nýttar, verða upplýsingar vanliga fluttar úr Føroyum. Dátuverndarlógin hevur reglur um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum, sum skilja ímillum flutning til útlond, t.e. ES- og EBS-lond, og flutning til triðjalond o.a., t.e. lond, sum ikki eru limir í ES ella EBS.

Dátuábyrgdarin eigur at gera sær greitt, hvar upplýsingarnar verða goymdar, og um heimild er fyri flutninginum.

Les meira um flutning av persónupplýsingum úr Føroyum her.

Dátuviðgeri og dátuviðgeraravtala

Tá ein cloudloysn verður nýtt er talan um eina dátuviðgerarstøðu. Veitarin av cloudloysnini er dátuviðgeri hjá stovni ella fyritøku, og tí skal ein avtala skipa viðurskiftini millum partarnar.

Trygd í samband við viðgerðina av persónupplýsingum

Reglurnar í dátuverndarlógini um trygd í samband við viðgerð av persónupplýsingum eru eisini galdandi, um dátuábyrgdarin velur cloydloysnir. Dátuábyrgdarin eigur ítøkiliga at meta um teir váðar, sum standast av at nýta eina cloudloysn. Tað er grundleggjandi tann sama váðameting, sum skal gerast um persónupplýsingar verða goymdar í Føroyum ella uttanfyri Føroyar. Tó er eyðsæð, at tað ikki eru somu váðar, sum gera seg galdandi.

Um niðurstøðan av váðametingini er, at váðin er ov høgur, og at tey trygdartiltøk, sum dátuábyrgdarin kann seta í verk ella sum cloudloysnin bjóðar, ikki í nøktandi mun minka um hesar váðar, er neyðugt at finna eina aðra loysn.