Stroyming
Stroyming er at leggja livandi video- og ljóðupptøkur út á internetið, so ávísir bólkar ella møguliga øll kunnu fylgja við í einum tiltaki el.tíl. Um fólk, sum kunnu eyðmerkjast, eru á upptøkunum, verða persónupplýsingar viðgjørdar, og tí er dátuverndarlógin galdandi.
Tað er tann, sum leggur upptøkurnar á internetið, sum skal tryggja samsvar við dátuverndarlógina.
Um fólk, sum kunnu eyðmerkjast, eru á upptøkunum, skal grundarlag vera fyri hesi viðgerð av persónupplýsingum. Hetta grundarlagið er oftast samtykki. Les meira um samtykki her.
Tað er munur á at stroyma frá einum barnaføðingardegi, sum familjulimir kunnu síggja, og at stroyma frá einum politiskum mótmælisfundi, sum øll kunnu síggja á internetinum.
Í fyrra førinum er talan um harmleysar upplýsingar til ein avmarkaðan skara. Í seinna førinum kann talan vera um viðkvæmar upplýsingar, ið øll kunnu síggja. Í seinna førinum eigur tann, sum leggur upptøkurnar á internetið tí at vísa størri varsemi.
Nøkur góð ráð, tá stroymt verður:
- stroyma bert í tann mun, sum tað tænir endamálinum
- viðgerðin av persónupplýsingum eigur at vera gjøgnumskygd, so at tey, sum koma uppá upptøkurnar, eru væl kunnað
- skelta týðuliga, so til ber at skipa seg í mun til upptøkutólini
- skipa møguliga avmarkað øki har tað ikki verður upptikið
- um endamálið kann røkkast við beinleiðis stroyming, eigur upptøkan ikki at goymast
- vanliga er eitt 15 ára gamalt barn nóg búgvið at samtykkja sjálvt
- avmarka atgongdina til stroymingina við t.d. login á eini heimasíðu
- set tøknilig tiltøk í verk, ið tryggja hóskandi verju av persónupplýsingunum
- ger mannagongdir, ið lýsa hvussu skrásett kunnu brúka síni rættindi, t.d. um onkur mótmælir at myndir av sær vera stroymdar
Um stroyming er uppsett soleiðis, at fólk ikki kennast aftur, er ikki talan um viðgerð av persónupplýsingum, og dátuverndarlógin er tí ikki galdandi.
Kirkjuligar tænastur
Tá kirkjur og samkomur stroyma frá guðstænastum, konfirmatiónum ella jarðarferðum, og til ber at kenna fólk aftur, er talan um viðgerð av persónupplýsingum.
Útgangsstøðið er, at tey, sum luttaka og kennast aftur á upptøkunum, skulu samtykkja til stroymingina.
Mælt verður til, at einans tey, sum hava ein virkan leiklut í tænastuni, verða avmyndað, t.e. prestur, deknur o.s.fr.
Fyri børn og ung undir 15 ár, sum er galdandi fyri konfirmatión, er útgangsstøðið, at samtykki skal fáast frá foreldrunum.
Tá samtykki skal fáast er tað umráðandi, at tann, sum luttekur og kann kennast aftur á upptøkuni, verður kunnaður um hesi viðurskifti:
- Samleika hjá dátuábyrgdara (tann sum stendur fyri upptøku og stroyming)
- Endamálið við ætlaðu viðgerðini
- At samtykkið er rættarliga grundarlagið undir viðgerðini, og at tað tí ber til at nokta
- Rættin at taka samtykkið aftur
Tað er einki formkrav til samtykki. Tað merkir, at samtykki kann vera munnligt ella skrivligt. Tað er tann, sum stendur fyri upptøkuni og stroymingini, sum skal kunna vísa á, at samtykki er givið.
Kommunustýrisfundir
Sambært § 26, stk. 1 í kommunustýrislógini eru kommunustýrisfundir í útgangsstøðinum almennir. Hetta almenni til kommunstýrisfundir gevur tó ikki borgarum heimild til at gera ljóð- ella videoupptøkur av fundunum.
Stroyming av býráðsfundum, ið inniber almannakunngerð av býráðslimum, er viðgerð av persónupplýsingum um limirnar og er tí fevnt av dátuverndarlógini.
Persónupplýsingar um býráðslimir verða viðgjørdar í hesum føri, og tí skal grundarlag vera fyri hesi viðgerð. Hetta grundarlagið er samtykki frá býráðslimunum. Um býráðslimirnir ikki samtykkja stroymingina, kann stroymingin ikki fara fram, hóast fundirnir eru almennir.
Serligt undantak
Hóast útgangsstøðið er, at allir býráðslimir skulu samtykkja, um ein býráðsfundur skal stroymast, hevur Dátueftirlitið gjørt av, at serliga koronustøðan, sum tók seg upp á várið í 2020, kann grundað frávik frá hesum útgangsstøði.
Í teimum førum, tá luttøka á almennum býráðsfundum er skerd ella útilokað fyri at fyribyrgja smittuspjaðing, kann býráðsfundurin stroymast hóast allir býráðslimir ikki samtykkja. Orsøkin er, at stroymingin tá røkir samfelagsáhugamál, sum ikki kunnu røkjast á annan hátt.