Yvirvøka við vakmyndatóli
1. januar 2021 kom løgtingslóg nr. 178 frá 17. desember 2020 um yvirvøku við vakmyndatóli í gildi. Samstundis fór lov nr. 278 af 9. juni 1982 om forbud mod privates TV-overvågning m.v., som sat i kraft ved kongelig anordning nr. 155 af 21. marts 1988, úr gildi.
Endamálið við nýggju løgtinsglógini er at tryggja eina dagførda og tíðarhóskandi løgtingslóg um at yvirvaka við vakmyndatóli, sum tekur atlit til rættin hjá persónum ikki at vera fyri óneyðugari og inntrívandi privatari yvirvøku í almenna rúminum. Samstundis verða neyðug atlit tikin til, at tað í ávísum førum kann verða neyðugt at yvirvaka, m.a. fyri at økja um tryggleikan og fyri at fyribyrgja lógarbrotum.
Lógin um yvirvøku við vakmyndatóli stendur ikki einsamøll, men regulerar saman við dátuverndarlógini yvirvøkuøkið. Sostatt er umráðandi, tá ið støða skal takast til, um vakmyndatól skal setast upp, at geva sær far um, at løgtingslógin um yvirvøku við vakmyndatóli er partur av eini størri heild.
Tann, sum ætlar at seta upp vakmyndatól, skal m.a. boða Dátueftirlitinum frá og týðiliga kunna vísa á, at yvirvøka fer fram (skelta). Harumframt skal yvirvøkan vera í samsvar við dátuverndarlógina, og m.a. fylgja meginreglunum um viðgerð av persónupplýsingum.
Vegleiðing um nýggju løgtingslógina er her og fráboðanarskjal er at finna her.
Hevur tú spurningar um vakmyndatól ber til at seta spurning til Dátueftirlitið á dat@dat.fo ella at ringja 309100.
Nýggja løgtingslógin er tøk her.
Yvirvøka og vakmyndatól
Fyri at fáa greiðu á, um upptøkur eru fevndar av løgtingslógini um vakmyndatól, eru tvey hugtøk avgerðandi. Yvirvøka og vakmyndatól.
Yvirvøka
Yvirvøka við vakmyndatóli skal skiljast sum skipað ella regluliga endurtakandi yvirvøka av persónum við fjarstýrdum ella sjálvvirkandi vakmyndatóli, myndatóli ella líknandi. Tað er uttan týdning, um myndaupptøka fer fram, ella um myndirnar bert verða vístar á einum skermi ella líknandi.
Yvirvøka av hesum slag er fevnd av løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli. Útgangsstøðið er, at privat ikki kunnu yvirvaka almenn øki.
Vakmyndatól
Vakmyndatól eru tól, sum skipað ella regluliga endurtakandi kunnu yvirvaka persónar. Talan er um vakmyndatól, sum er fjarstýrt ella sjálvvirkandi.
Øll tól, sum kunnu yvirvaka á henda hátt, eru fevnd, eisini vevmyndatól.
Hondhildin tól, t.d. fartelefonir, eru ikki fevndar av hugtakinum vakmyndatól í løgtingslógini um yvirvøku við vakmyndatóli.
Nær kunnu privat yvirvaka við vakmyndatóli?
Yvirvøka, sum privat standa fyri, kann í høvuðsheitum býtast upp í tvey. Yvirvøka uttandura á almennum øki og yvirvøka innandura (í handlum o.s.fr.).
Yvirvøka uttandura
Sum útgangsstøði er tað bannað fyri privat – bæði einstaklingar og fyritøkur – at yvirvaka almenn øki. Tað merkir, at privat ikki kunnu yvirvaka øki, sum verða nýtt til vanliga ferðslu, sum gøtu, veg, pláss ella líknandi øki.
Privatar fyritøkur kunnu tó í summum førum yvirvaka øki við vanligari ferðslu allíkavæl.
Privat yvirvøka kann sostatt fara fram í hesum førum:
- Øki við vinnuligum virksemi
- Yvirvøka av bensinstøðum, ídnaðarvirkjum, innilokaðum handilsmiðstøðum og líknandi økjum, har vinnuligt virksemi fer fram, um tann sum hevur ræðið á økinum, stendur fyri yvirvøkuni.
- Peningasjálvtøkur og bilar, sum flyta pening
- Yvirvøka við peningasjálvtøkur o.tíl. ella bilar, sum einans verða nýttir til flutning av peningi, um tann sum hevur ræði á sjálvtøkuni ella bilinum, stendur fyri yvirvøkuni, og yvirvøkan einans er rættað móti persónum, sum eru beint við sjálvtøkuna ella bilin.
- Peningastovnar o.tíl., gistingarhús, matstovur, handilsmiðstøðir og handlar
- Yvirvøka, sum peningastovnar o.tíl., gistingarhús, matstovur, handilsmiðstøðir og handlar, har sum smásøla fer fram, hava av egnum inngongdum, framsíðu og baksíðu og av økjum, sum eru beinleiðis knýtt at egnum inngongdum, framsíðu ella baksíðu, og sum natúrliga verða nýtt ella kunnu nýtast sum atgongd ella rýmingarleið, um yvirvøkan greitt er neyðug til tess at fyribyrgja lógarbrotum.
- Tunlar
- Yvirvøka í tunlum, undir hesum á gjaldssøðum við tunnilsmunnar og á innkoyringarvegum, til tess at økja um trygdina ella til tess at krevja gjald um tann, sum hevur ábyrgdina av trygdini ella gjaldsskipanini stendur fyri yvirvøkuni.
- Yvirvøka, sum ikki verður bandað
- Yvirvøka, sum ikki verður tikin upp á video, film, o.tíl., tá talan er um yvirvøku av egnum inngongdum, framsíðu, baksíðu, girðing ella líknandi.
Yvirvøka innandura
Løgtingslógin um yvirvøku við vakmyndatóli setur ikki forboð fyri yvirvøku innandura av økjum, sum vanlig atgongd er til. Tað ber tí til hjá fyritøkum at yvirvaka inni í handlum, móttøkuhølum o.s.fr.
Tað er eitt krav, at tað verður skeltað við yvirvøkuni.
Tað er eisini eitt krav, at yvirvøkan er saklig og ikki er meira inntrívandi enn neyðugt.
Nær kunnu almennir myndugleikar yvirvaka við vakmyndatóli?
Almennir myndugleikar eru ikki fevndir av forboðnum móti yvirvøku í løgtingslógini um yvirvøku við vakmyndatóli.
Um almennir myndugleikar yvirvaka við vakmyndatóli á almennum øki, skal hetta vera í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini. Tað merkir, at yvirvøkan skal vera saklig og eigur ikki at fara longur enn neyðugt.
Um almennir myndugleikar yvirvaka innandura, t.d. í móttøkuhølum, skulu teir skelta við hesum.