Dátueftirlitið

At banda telefonsamrøður

Tá ið fyritøkur ella stovnar taka telefonsamrøður við viðskiftafólk upp, verða persónupplýsingar í útgangsstøðinum viðgjørdar. Dátuverndarlógin er tí galdandi.

Fyritøkan ella stovnurin kann hava eina rættarliga skyldu at banda telefonsamrøður. Grundarlagið undir viðgerðini av persónupplýisngum er tá tann rættarliga skyldan (t.d. ein løgtingslóg).

Er eingin lógarásett skylda at banda samrøður, men fyritøkan ella stovnurin metir seg hava tørv á upptøku, kann ein samrøða takast upp, um tann, sum verður bandaður samtykkir ella um upptøkan er neyðug fyri at fylgja einum heimilaðum áhugamáli hjá viðkomandi sum tekur upp, og áhugamál hjá tí, sum verður bandaður, ikki ganga fram um.

Er endamálið við upptøkuni at skjalprógva, hvat er farið fram, kann upptøka fara fram grundað á heimilað áhugamál hjá tí, sum tekur upp. Ein peningastovnur kann t.d. hava tørv á at taka telefonsamrøður upp, tí peningastovnurin skal kunna prógva, hvat er sagt, t.d. um møgulig avtala er gjørd. Er samrøðan um virðisbrævahandli ella valutahandil, kann samrøðan takast upp grundað á heimilað áhugamál hjá peningastovninum, tí hesi áhugamál ganga fram um áhugamálini hjá tí, sum verður bandaður.

Er endamálið við upptøkuni at útbúgva starvsfólk og økja um kundanøgdsemi, er útgangsstøðið, at neyðugt er við samtykki frá viðskiftafólkinum.

Verða samrøður bandaðar eigur dátuábyrgdarin at kunna tann, sum verður bandaður – t.e. bæði starvsfólk og viðskiftafólk. Harumframt eigur dátuábyrgdarin at áseta ítøkiligar strikingarfreistir, t.d. freist á 3 mánaðar.