KT trygd
i

Vegleiðingar

Ein meginregla í dátuverndarrættinum er trygdarkravið. Hetta merkir í høvuðsheitum, at bert góðkendir persónar, skulu hava atgongd til góðkend endamál.

Reglurnar um kt-trygd í persónsupplýsingarlógini og trygdarkunngerðini eru reglur um, hvussu persóns-upplýsingar skulu handfarast og hvørji trygdartiltøk skulu verða lokin.

Reglurnar áseta, at dátuábyrgdarar skulu skipa fyri innaneftirliti og seta krøv til veitarar o.o., sum upplýsingar verða latnar til.

Reglurnar um kt-trygd verða vanliga bólkaðar í 3 høvuðsbólkar:

  • Fysisk trygd
  • Elektronisk trygd
  • Fyriskipanarlig trygd

Fysisk trygd

Hetta eru reglur um tað fysiska umhvørvið, reglur sum skulu forða fyri at óviðkomandi fáa atgongd, t.d. reglur um at læsa hurðar, at gestir verða vístir upp á pláss, at printarar og annað ikki standa við útgongdina, tryggjan móti eldi o.a.

Elektronisk trygd

Hetta eru reglur um trygdina í skipanini, t.d. virusverja, loyniorð, firewall, brongling, og tryggjan móti hackarum o.a.

Fyriskipanarlig trygd

Hetta eru reglur og mannagongdir fyri, hvørjir persónar skulu hava atgongd til hvørjar upplýsingar v.m.

Trygdarkunngerð

Ein kunngerð um trygdarreglur er gjørd við heimild í persónsupplýsingarlógini.

Í trygdarkunngerðini eru reglur um fysiska, fyriskipanarliga og elektroniska trygd.

Tað er leiðslan hjá dátuábyrgdaranum, sum hevur ábyrgdina av, at reglurnar í trygdarkunngerðini verða fylgdar, og at starvsfólkini fáa upplæring, kunning og vegleiðing í trygdarreglunum.

Trygdarkunngerðin er at finna her

Vegleiðing til trygdarkunngerðina

Reglurnar í trygdarkunngerðini kunnu vera truplar at skilja og Dátueftirlitið hevur tí gjørt eina vegleiðing til trygdarkunngerðina. Vegleiðingina finnur tú við at trýsta her

Verkseting av trygdarkunngerðini 

Reglur um kt-trygd snúgva seg í stóran mun um at seta mál, skjalfesta og eftirmeta. Vanliga verður sagt, at 80% av krøvunum í kt-trygdarskipanum eru fyriskipanarlig, meðan 20% av krøvunum eru teknisk.

Tá krøvini í Trygdarkunngerðini skulu setast í verk, kunnu skjølini, sum eru neyðug at gera í hesum sambandi bólkast í tríggjar høvuðsbólkar: 

  • Stýrandi skjøl
  • Gjøgnumførandi skjøl
  • Eftirlitsskjøl

Stýrandi skjøl

Hetta eru skjøl sum lýsa skipanina, sum áseta mál, politikk, krøv og skyldur, ábyrgd og myndugleika.

Gjøgnumførandi skjøl

Hetta eru skjøl sum lýsa mannagongdir t.d. leiðbeiningar og vegleiðingar. 

Eftirlitsskjøl

Hetta eru skjøl, sum hava til endamáls at staðfesta, um hendingar hava verið í samsvari við ásettar mannagongdir og leiðbeinandi reglur. Nevnast kann t.d. frágreiðingar, tjekklistar og logglistar v.m.

Greinar um kt-trygd

Dátutrygd skal takast í álvara

21. nov. 2007

Vantandi fokus á KT-trygd í vinnulívinum

21. nov. 2007

KT-gøla í Stórabretlandi

Trygdarbrot

Heimaarbeiðspláss

Vegleiðing um dátutrygd í sambandi við heimaarbeiðspláss
Dátueftirlitið hevur savnað ymiskar upplýsingar úr hinum norðanlondunum har víst verður á trupulleikar viðvíkjandi dátutrygd, tá talan er um heimaarbeiðspláss.

Góð ráð um trygd á netinum

Tað er týdningarmikið at lata telduna verða dagførda og syrgja fyri, at stýrisskipan og forrit altíð eru dagførd, so at eingin vandi er fyri veikleikum.