Nýtt vegleiðandi tilfar um rættindi hjá skrásetta
29. oktober 2020

Rætturin til kunning, innlit, rætting, striking o.s.fr. eru rættindi, sum eru tryggja føroyingum í nýggju dátuverndarlógini, sum kemur í gildi 1. januar 2021.
Nýggjar vegleiðingar um hesi rættindi eru nú tøkar á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.
Umframt at greiða frá hvørji rættindi fólk hava, verður dentur serliga lagdur á, hvussu fyritøkur og myndugleikar skulu gera fyri at kunna liva upp til tey krøv, sum rættindini hava við sær.
Tú finnur vegleiðingarnar um rættindi her
Skabelónir at nýta í sambandi við kunning og innlit finnur tú her
Tíðindi
Góðkend dátuviðgeraravtala og nýggjar vegleiðingar
TíðindiStandard dátuviðgeraravtala góðkend av...