Dátueftirlitið

Dátueftirlitið umsitur løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, vanliga nevnd persónsupplýsingarlógin. Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð, sum lógin fevnir um.

Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki og er skipað við skrivstovu og dáturáði.

 

Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum eru

  • av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta ansa eftir, at viðgerð av persónsupplýsingum bert fer fram í samsvari við lógina og tær reglur, sum ásettar eru sambært lógini,
  • viðgera fráboðanir og umsóknir um loyvi og áleggja treytir sambært lógarheimild,
  • hava ein skipaðan almennan lista yvir allar fráboðanir og loyvir sambært lógini,
  • geva ummæli til ætlaða lóggávu, sum viðvíkur persónsupplýsingum,
  • gera kanningar, har persónsupplýsingar verða viðgjørdar,
  • vegleiða privat og tað almenna í ivamálum og virka fyri, at upplýsingar verða viðgjørdar sambært góðum dátuviðgerðarsiði,
  • fylgja við og kunna um gongdina í viðgerðini av persónsupplýsingum her á landi og uttanlands, og
  • gera árliga ársfrágreiðing.

Her húsast vit

Dátueftirlitið húsast úti á Reyni, Reyngøta 33

Starvsfólk

Eyðhild Skaalum

Stjóri

eydhild*dat.fo
Telefon: 309100
Fartlf.: 599100

Unn A. Krákustein

Fulltrúi

unn*dat.fo
Telefon: 309100
Fartlf.: 599103

Hjørleivur Sørensen

Fulltrúi

hjorleivur*dat.fo
Telefon: 309100
Fartlf.: 599104

Majken Hammer

Skrivari

majken*dat.fo
Telefon: 309100

Dáturáðið

Varalimir

Eyðbjørn Larsen

Formaður í Dáturáðnum

Advokatur

Óli Simonsen

Limur í Dáturáðnum

KT-leiðari

Maria R. Dam

Limur í Dáturáðnum

Deildarleiðari, Dr.Scient

Rannvá Sólheim

Varalimur hjá Eyðbjørn Larsen

Løgfrøðingur

Ólavur Ellefsen

Varalimur hjá Óla Simonsen

Stjóri

Rudi Kollslíð

Varalimur hjá Mariu Dam

Lækni

Valskeiðið hjá Dáturáðnum er 4 ár og gongur út 1. november 2020.

Visjón, missión og virðir

Visjón
Vit vilja vera mest virda røddin í samfelagnum, sum sjónliga varpar ljós á persónsvernd og við upplýsing virkar fyri, at allar persónsupplýsingar verða viðgjørdar í tráð við persónsupplýsingarlógina

Missión
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki, sum
–   vegleiðir og ráðgevur borgarum, myndugleikum og fyritøkum um persónsupplysingarlógina, og
–   hevur eftirlit við, at persónsupplýsingarlógin verður hildin

Virðir
Dygd
–   Vit arbeiða óheft og professionelt. Vit veita eina dygdargóða tænastu, har dentur verður lagdur á eitt høgt fakligt støði
Nýhugsan
–   Vit nema okkum nýggja vitan og eru slóðbrótandi. Vit hava innlit í nýggja tøkni og eru við í altjóða rákinum
Samstarv
–    Vit vísa sínámillum virðing og álit og leggja dent á vegleiðing, ráðgeving og samskifti

Vit taka ábyrgd
–    Vit virka til tess at gagna føroyska samfelagnum og raðfesta uppgávur og tilfeingi við skynsemi 

Slagorð
Dátueftirlitið verjir tínar persónsupplýsingar

Búmerkið

Hugskotið handan búmerkið snýr seg um vernd og samleika hjá tí einstaka.

Búmerkið er gjørt so einfalt sum møguligt fyri at standa sterkt. Einfeldni viðførir eisini, at búmerkið er lætt at kenna aftur.

Støðið fyri skapið er eitt fingramerki í einum sirkli, sum hevur skap av einum verndarskjóli. Alt óneyðugt er skorið burtur fyri at einfalda upprunaskapið. Skapið kann eisini geva eina mynd av einstaka menniskjanum, sum verður vart av fleiri løgum.

Staklutirnir í búmerkinum taka støði í miðásini fyri at geva javnvág og ró.

Skriftslagið er ATErban. Hetta skriftslagið er valt, tí tað er einfalt, gevur tyngd og tí at loddrættu linjurnar og rundbogarnir í búmerkinum ganga aftur í stavunum.

Litirnir cyan og myrkablátt eru valdir, tí at litirnir bera brá av áliti og álvarsemi.

Sansir hava sniðgivið búmerki hjá Dátueftirlitinum.