Tiltøk
Dátueftirlitið stílar fyri ymsum tiltøkum og kappingum, ið seta fokus á evni innan trygd á netinum. Eitt árligt afturvendandi tiltak er Tryggari Internet dagurin, ið verður hildin í yvir 70 londum kring heimin.

7. februar 2012 varð Tryggari Internetdagurin hildin, sum Dátueftirlitið stílaði fyri saman við Býarbókasavninum í Havn. Dagurin varð hildin í yvir 70 londum kring heimin, og var hetta triðju ferð, at hann varð hildin í Føroyum. Tema’ið fyri degnum var connecting generations and ecucating each other

Dátueftirlitið varð á Býarbókasavninum í Havn allan dagin, har skipað varð fyri ymiskum kappingum, framløgum v.m.

Úrslitið av teknikappingini

Í sambandi við Tryggari internetdagin tann 7. februar 2012 skipaði Dátueftirlitið saman við Býarbókasavninum fyri teknikapping fyri børn í forskúlaaldri. Allir barnagarðar og forskúlar í landinum vóru kunnaðir um tiltakið og fingu eina skabelón, sum ímyndaði eina farteldu at tekna á.
Samanumtikið má sigast, at børnini hava tikið sera væl undir við teknikappingini.
Tá avtornaði vórðu innkomnar 213 tekningar, ið allar á hvør sín hátt royndu at lýsa eina góða uppliving við internetinum. Ein dómsnevnd varð sett at meta um allar innkomnu tekningarnar fyri at finna tær tríggjar bestu tekningarnar, ið allar vinna ein Nintendo DS. Haraftrat varð besta tekningin útgivin sum GoCard.
Vinnari av teknikappingini gjørdist Marið Neslíð av Toftum. Hon vann ein Nintendo DS umframt at tekning hennara varð útgivin sum GoCard. Næst henni gjørdust Emilia Hjaltadóttir úr Sandavági og Dánial Behrens úr Havn. Tey bæði vunnu somuleiðis ein Nintendo DS í part.

Nr 1. Tekningin hjá Marið Neslíð av Toftum

Nr. 2 Tekningin hjá Dánial Behrens úr Havn

Nr. 3 Tekningin hjá Emiliu Hjaltadóttur úr Sandavági

5 góð ráð

Dátueftirlitið og SSP ráðgevingin gjørdu í fjør avtalu um at samstarva um Trygd á netinum í fólkaskúlunum í 2012. Úrslitið av samstarvinum er, at 4. flokkar í landinum í tíðarskeiðnum 3. januar – 7. februar 2012 hava arbeitt við evninum TRYGGARI Á NETINUM. Børnini hava arbeitt við evninum elektroniskt samskifti hjá børnum, og endamálið er at læra børnini um trygga ferðslu á netinum, læra tey at verja sínar upplýsingar og sítt privatlív, og annars hvar markið er fyri hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á netinum.

Dátueftirlitið skipaði í samstarvi við SSP-ráðgevingina í hesum sambandi fyri einari kapping millum 4. flokkar í landinum, har flokkarnir høvdu høvið til at koma við 5 góðum ráðum til trygga ferðslu á internetinum.

Nógv góð uppskot komu inn til kappingina, har flest øll ráðini vendu sær til børn ella sum heild til øll um góðan sið og atburð á netinum. Ein flokkur skilti seg tó serliga frá hinum flokkunum. Hetta var 4. flokkur í Eysturskúlanum, ið hevði gjørt 5 góð ráð til foreldrini um, hvussu tey kunnu stuðla og hjálpa barninum á netinum, og tískil vann hesin flokkur kappingina.

Ráðini hjá 4. flokki í Eysturskúlanum eru soljóðandi

1. Lær teg at brúka internetið, so tú kanst hjálpa barninum at brúka tað rætt
2. Tosa við barnið um fyrimunir og vansar við internetinum
3. Vís áhuga og fylg við, hvat barnið ger á internetinum, t.d. um heimasíðurnar, sum barnið vitjar eru hóskandi og tryggar
4. Fylg teimum aldursmørkum, sum spøl og heimasíður seta
5. Tosa við børnini um, hvussu tú samskiftir á netinum, og um tað, sum børnini vilja leggja út (t.d. myndir, filmar o.a.)

Vinnandi flokkurin vann 1 tíma við bowling í Bowlinghøllini á Hálsi við tilhoyrandi matskrá.

Tryggari internetdagurin í 2013 varð hildin 5. februar, har tema’ið var “Online rights and responsibilities”. Dátueftirlitið nýtti dagin at seta nýggju heimasíðuna www.strikameg.fo á stovn.

Dátuefturlitið fær javnan áheitanir frá skúlum, ið  ynskja at hoyra okkara framløgu um tryggari ferðslu á netinum. Framløgurnar kunnu verða í skúlatíð fyri næmingunum á skúlanum, har tað í høvuðsheitum er bóklingurin “Tað er tín avgerð 2”, ið verður gjøgnumgingin, samstundis sum ymiskir stuttfilmar verða vístir, ið varpa ljós á vandarnar, ið kunnu standast av internetsamskifti.

Dátueftirlitið kann eisini halda framløgu fyri foreldrunum um kvøldið til felags foreldrafund, har foreldrini verða kunnaði um, hvat innihaldið í bóklinginum er, og har foreldrini fáa góð ráð um hvussu tey best kunnu leiða børn síni gjøgnum vandarnar á netinum. Framløgurnar eru ókeypis og verða hildnar eftir umbøn frá skúlunum.

Framløgur fyri næmingum í 2012

– Frískúlin í Havn
– Frískúlin við Hoyvíkstjørn
– Tórshavnar Kommunuskúli
– Hoyvíkar Skúli
– Venjingarskúlin
– Stranda Skúli
– Lesandi á Fróðskaparsetrinum um gransking
– Skúlin við Løgmannabreyt – temadagur

Framløgur fyri foreldrum í 2012

– Frískúlin í Havn
– Tofta Skúli
– Skúlin við Løgmannabreyt
– Kaldbaks Skúli
– Eysturskúlin

Framløgur fyri næmingum í 2011

– Føroya Handilsskúli
– Miðvágs- Sandavágs Skúli
– Eysturskúlin

Framløgur fyri foreldrum í 2011

– Sandoyar Meginskúli
– Kollafjarðar Skúli
– Hósvíkar Skúli
– Venjingarskúlin
– Argja Skúli

Sum foreldur er tað ofta trupult at vita, hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi spurninginum um børn á internetinum, og tí verða her nøkur góða ráð til foreldur endurgivin

Góðtak at elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at vera, og tú kanst eins væl taka í hondina á barninum og leiða tað gjøgnum vandarnar á netinum. Vís vegin – eins og í ferðsluni.

Tosa við tey. Sum foreldur hevur tað týdning at hava áhuga fyri, hvat børnini gera, tá tey eru á netinum og at tosa við tey um tað fyri á henda hátt betur at skilja, hvat tey fáast við á netinum, og hvussu tey nýta fartelefonina.

Kunna teg og fylg við. Vitja tær síður, sum tey ungu vitja Kjatta send ein sms, spæl við – royn sjálv. Vís áhuga í staðin fyri ótta, sum ofta kemur av vantandi kunnleika til hesar nýggju samskiftismøguleikar.

Lat vera við at seta forboð – men set ístaðin realistisk mørk. Ger t.d ein politikk fyri nýtslu av interneti, fartelefon, myndatólinum í telduni, spølum v.m saman við børnunum.

Minst til at forvitni og at royna, hvussu langt tú kanst fara, eru nátúrlig, og at tín ábyrgd ikki bara er at siga nei, men at vera tann vaksni, ábyrgdarfulli sparringspartnarin, tá mørk skulu roynast.

Lurta eftir børnunum, tá tey royna at taka teg við. Lurta eisini eftir tí, sum ikki verður sagt. Legg merki til broytingar í teirra atburði. Eru tey kedd ella stúrin?

Ella sagt við øðrum orðum

Tosa saman. Besta keldan til kunnleika um, hvat títt barn ger á netinum, er barnið sjálvt. Tosa og lurta. Hvørjar síður vitja tey? Hvønn eru tey vinir við? Hvønn eru tey ikki vinir við? Hvat gera tey, um tey koma út fyri onkrum keðiligum ella ótespiligum á netinum, hvønn tosa tey tá við? Á hendan hátt fært tú ein betur kunnleika til on-line lívið, tey liva, og kanst betur hjálpa og stuðla teimum.

Lær tey um persónsvernd. Tosa við tey, um at tey hava ábyrgdina av tí, tey hava lagt út á internetið, eins og blaðstjórar hava ábyrgdina av tí, sum verður skrivað í bløðunum. Tað hevur stóran týdning, at tey hugsa seg væl um, hvørja ferð tey skriva um seg sjálvi ella onnur í kjatti, bloggum, heimasíðum og øðrum á netinum. Sama er galdandi fyri myndir. Tað er altíð ein góður skikkur at fáa samtykki frá tí, sum er á myndini, áðrenn hon verður løgd á netið. Ofta er hetta eisini eitt lógarkrav.
Tað hevur týdning, at tey fáa at vita, at ongin er anonymur á netinum og at vit øll lata elektroniskar slóðir eftir okkum. Slóðir, sum onnur kunnu nýta ella misnýta, um ein er óheppin.

Samstarv millum Dátueftirlitið og SSP ráðgevingina

Dátueftirlitið og SSP ráðgevingin hava gjørt avtalu um at samstarva um Trygd á netinum í fólkaskúlunum. Hetta samstarv byrjaði í 2012. Úrslitið av samstarvinum er, at 4. flokkar kring landið í tíðarskeiðnum januar – februar á hvørjum ári arbeiða við evninum TRYGGARI Á NETINUM.

Evnið er elektroniskt samskifti hja børnum, og endamálið er at læra tey at ferðast tryggari á internetinum, læra tey at verja sínar upplýsingar og sítt privatlív og annars hvar markið er fyri, hvat er loyvt og ikki loyvt at gera á netinum.

Undirvísingartilfarið, ið nýtt verður, er bóklingurin ”TAÐ ER TÍN AVGERÐ 2” og ”SAMSPÆLIД.

Um orsøkina til samstarvið verður sagt at, “Elektroniskir samskiftismiðlar eru vorðnir ein partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum. Fartelefonin og internetið eru komin fyri at verða, og neyðugt er at leiða børn og ung gjøgnum vandarnar á netinum.”

Vitjað skúlar saman

Dátueftirlitið og SSP-ráðgevingin hava eisini verið til felags foreldrafundir kring landið. Skráin hevur verið soleiðis, at Dátueftirlitið fyrst hevur greitt foreldrunum frá trupulleikunum, ið børn teirra kunnu møta á internetinum, og hava fingið innlit í undirvísingina og tilfarið, sum børnini arbeiddu við í januar/februar mánaði. Síðan hevur starvsfólk hjá SSP-ráðgevingini býtt foreldrini í bólkar, har tey hava arbeitt víðari við ymsum konkretum trupulleikum.