Um Dátueftirlitið
Dátueftirlitið er ein óheftur fyrisitingarmyndugleiki og er skipað við skrivstovu og dáturáði. Dagliga virksemi hjá Dátueftirlitinum verður røkt av skrivstovuni undir leiðslu av einum stjóra.
Dáturáðið er sett av løgmanni og er skipað við formanni, sum skal vera løgfrøðingur, umframt fýra øðrum limum. Sí nærri um limirnar í Dáturáðnum her.
Dáturáðið ásetir egna starvsskipan. Starvsskipanin er tøk her.
Dátueftirlitið umsitur løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum, vanliga nevnd dátuverndarlógin. Dátueftirlitið hevur eftirlit við allari viðgerð, sum løgtingslógin fevnir um.
Uppgávurnar hjá Dátueftirlitinum eru m.a.
- av sínum eintingum ella eftir klagu frá skrásetta ansa eftir, at viðgerð av persónupplýsingum bert fer fram í samsvari við løgtingslógina og tær reglur, sum eru ásettar sbrt. løgtingslógini,
- styrkja almenna kunnleikan til dátuvernd,
- ráðgeva Føroya landsstýri og øðrum stovnum o.a. um lóggávu og umsitingarlig tiltøk dátuvernd til frama,
- styrkja kunnleikan hjá dátuábyrgdarum og dátuviðgerum um teirra skyldur sbrt. hesi løgtingslóg,
- gera kanningar, har persónupplýsingar verða viðgjørdar,
- fylgja við í og kunna um gongdina í viðgerðini av persónupplýsingum her á landi og uttanlands, og
- gera eina ársfrágreiðing, sum skal almannakunngerast.