Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (3. partur)
Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 3. partur
Desember er hálvrunnin, og jólamaðurin hevur úr at gera. Ein morgun spyr ein nissa, um jólamaðurin veit av, at øll tey, sum jólamaðurin skrásetur upplýsingar um, hava nøkur rættindi, sum eru ásett í dátuverndarlógini, sum kom í gildi 1. januar 2021. Hetta er m.a. rætturin til kunning, rætturin til rætting og til striking.
Jólamaðurin veit ikki síni livandi ráð, tí hann hevur ikki givið børnum ella foreldrum nakra kunning. Jólamaðurin er eisini eitt sindur ørkymlaður, tí tað elvir til mikið hóvasták hjá honum, um upplýsingar skulu rættast ella strikast.
Jólamaðurin er eisini í iva um, hvussu tað er við nýggja koronapassinum. Hann hevur hoyrt, at man skal hava koronapass fyri at sleppa inn ymsa staðni. Man tað vera í samsvari við dátuverndarreglurnar?
Jólamaðurin ger av at ringja til Dátueftirlitið og spyrja, hvussu hann skal bera seg at. Tá jólamaðurin ringir, tosar hann við vinarliga fulltrúan Unn.
Unn greiðir jólamanninum frá, at endamálið við dátuverndarlógini er at verja persónar, tá upplýsingar um tey verða viðgjørdar. Fyri at verja persónar, inniheldur dátuverndarlógin nøkur rættindi. Eitt av hesum rættindunum er rætturin til kunning.
Rætturin til kunning hevur við sær, at ein persónur m.a. skal kunnast um endamálini við viðgerðini av persónupplýsingunum, tá upplýsingarnar verða savnaðar. Hetta hevur við sær, at ein altíð veit, at upplýsingar verða savnaðar, av hvørjum og til hvørji endamál. Unn greiðir tó eisini frá, at í ávísum førum er kunningarskyldan ikki galdandi. Hetta er m.a. um persónurin longu veit av, at upplýsingarnar eru savnaðar ella um endamálini við viðgerðini ikki kunnu røkkast, um viðkomandi verður kunnaður.
Unn greiðir eisini frá, at um jólamaðurin fær umbønir frá børnum um rætting ella striking av upplýsingum um tey, so eigur jólamaðurin í útgangsstøðinum at fylgja hesum umbønum. Skyldan at rætta er tó einans galdandi fyri faktuellar upplýsingar. Tað merkir, at jólamaðurin ikki hevur skyldu at rætta sínar egnu metingar um, hvussu børn hava skikkað sær. Vil eitt barn ikki longur hava gávu frá jólamanninum og tí verða strikað, eigur jólamaðurin at ganga hesum ynski á møti.
Unn greiðir at enda frá, at endamálið við koronapassinum er at minka um koronasmittuna í Føroyum. Um jólamaðurin bara vísir sítt koronapass fram, og tann sum kannar, bara hyggur at tí, so er hetta ikki fevnt av dátuverndarlógini.