Adventskalendarin hjá Dátueftirlitinum (4. partur)
Fer dátuvernd at oyðileggja jólini?
Ein jólasøga í fýra pørtum – 4. partur
Jólini nærkast í hvørjum, og jólamaðurin er farin undir tær síðstu fyrireikingarnar til jólaaftan. Nógv er, sum skal ganga upp í eina hægri eind, tá gávur skulu berast runt til øll børn í Føroyum.
Í allari rokanini kemur ein nissa rennandi og greiðir frá, at telduskipanin við øllum nøvnunum, adressunum og gávuynskjunum er óvirkin. Tað sær út til, at nógvar upplýsingar eru burturmistar. Jólamaðurin ringir alt fyri eitt til fyritøkuna, sum veitir skipanina og saman við henni verður arbeitt við at endurskapa upplýsingarnar.
Samstundis kemur jólamaðurin í tankar um, at hann skal senda yvirlit yvir jólagávuynski til starvsfelagan hjá sær í Danmark, tí fleiri børn, sum hava sent honum ynski, fara at halda jól í Danmark. Jólamaðurin ivast nú í, hvussu hann skal bera seg at við hesum, og um tað er nóg trygt at senda eitt slíkt yvirlit við telduposti.
Aftur hesa ferð heldur jólamaðurin, at tað er skilabest at ringja til Dátueftirlitið. Á Dátueftirlitinum fær jólamaðurin fatur á blíða fulltrúanum Andreas.
Andreas greiðir jólamanninum frá, at tað, sum er hent við telduskipanini sannlíkt er at rokna sum eitt trygdarbrot eftir dátuverndarlógini. Tað merkir, at jólamaðurin í útgangsstøðinum innanfyri 72 tímar skal boða Dátueftirlitinum frá, hvat tað er, sum er hent, og hvørji tiltøk eru sett í verk fyri at tryggja, at skaðin verður minimeraður, og at brotið ikki hendir aftur. Dátueftirlitið hevur gjørt eitt fráboðanarskjal, sum liggur á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, og sum jólamaðurin skal fylla út.
Andreas greiðir eisini jólamanninum frá, at teldupostsamskifti í útgangsstøðinum er nóg trygt at senda vanligar persónupplýsingar við. Jólamaðurin skal bara tryggja sær, at samskifti í øllum førum er TLS-bronglað.
Tá jólamaðurin hevur endað samrøðuna við Andreas, kemur nissan og fortelur, at allar upplýsingarnar lukkutíð eru endurskapaðar.
Jólamaðurin er glaður fyri vegleiðingina, sum hann hevur fingið frá Dátueftirlitinum í desember, og sum var við til at tryggja, at øll børn í Føroyum kunnu fáa gávu frá jólamanninum, og at jólini 2021 tí eisini verða gleðilig.
Gleðilig jól 😊