Dátueftirlitið
18-06-2021

Átalað, at yvirlit yvir viðgerðir ikki varð gjørt

Dátueftirlitið sendi tann 19. mars 2021 stjórnarráðunum í Landsstýrinum eitt spurnarskjal við spurningum at svara. Spurningarnir tóku støði í skyldunum at tilnevna dátuverndarfólk og gera yvirlit yvir viðgerðir.

Yvirskipað bendu svarini frá stjórnarráðunum á, at stjórnarráðini høvdu sett tiltøk í verk til at tryggja, at dátuverndarlógin verður hildin, hóast tað ikki var komið á mál í øllum viðurskiftum.

Frá svarunum av spurnarskjølunum staðfesti Dátueftirlitið tó eisini, at seks av sjey stjórnarráðum ikki høvdu gjørt yvirlit yvir viðgerðir, sbrt. § 44, og uppfyltu tískil ikki hesa grundleggjandi skyldu.

Dátueftirlitið átalaði, sbrt. § 70, stk. 1 í dátuverndarlógini, at yvirlit yvir viðgerðir ikki vóru gjørd.

Les meira her.