Dátueftirlitið
15-04-2021

Avgerðir í klagumálum um kennifílur, sum savna persónupplýsingar

Dátueftirlitið hevur tikið avgerð í klagumálum um kennifílur á heimasíðum.

Klaga var m.a. um, at óneyðugar kennifílur komu inn á telduna hjá einum vitjandi á ávísum heimasíðum, áðrenn tann vitjandi hevði givið samtykki.

Sambært § 70, stk. 1 í dátuverndarlógini átalaði Dátueftirlitið, at persónupplýsingar vóru viðgjørdar uttan heimild. Dátueftirlitið álegði dátuábyrgdarunum framyvir at tryggja, at øll viðgerð av persónupplýsingum hevur eitt haldgott heimildargrundarlag, og at allar viðgerðir av persónupplýsingum fylgja meginreglunum sbrt. § 7 í dátuverndarlógini.

Les niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum her.