09-02-2021
Biologiskt tilfar frá koronukanningum
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur svarað §52a spurningi frá Ruth Vang, løgtingskvinnu, um biologiskt tilfar frá koronukanningum.
Ruth Vang, løgtingskvinna, hevur spurt, nær biologiska tilfarið, sum verður savnað í sambandi við koronukanningar, verður burturbeint, um tað verður brúkt til annað enn at staðfesta, um viðkomandi hevur koronu, og um landsstýrismaðurin hevur avtalað mannagongdir við viðkomandi kanningarstovur.
Í svarinum stendur m.a., at alt tilfar frá persónum, sum ikki fáa staðfest Covid-19, verður burturbeint beinanvegin. Potipinnar frá teimum, sum verða staðfest positiv, verða goymdir í eina viku m.a. tí, at tað kann koma uppá tal at kanna fyri mutatiónir.
Les svarið frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, her.