Dátueftirlitið
16-01-2024

Broyting í dátuverndarlógini send í almenna hoyring

Mánadagin 15. januar sendi Løgmálaráðið "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin)" í almenna hoyring.

Endamálið við broytingini er at strika kravið um navnloysi tá Dátueftirlitið almannakunngerð sínar avgerðir.

Hoyringsfreistin er 5. februar 2024, kl. 12:00.

Møguligar viðmerkingar kunnu sendast Løgmálaráðnum um teldupost lmr@lmr.fo ella til Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa, á teldupost jakupa@lmr.fo .

Tey, ið hava spurningar eru vælkomin at skriva til Jákup Andrias Kristiansen, fulltrúa, um teldupost ella ringja á telefon 257013.

Uppskotið kann lesast her.